Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Magnus Heinason kannað æti og havfrøði á Landgrunninum

Seinastu viku í apríl á hvørjum ári, ger Magnus Heinason kanningar av havfrøði, æti og fiskalarvum á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru fiskalarvur frá gýtingini hjá fleiri fiskasløgum, og føðiviðurskiftini hjá hesum fiskalarvum hava sum vera man stóran týdning fyri teirra livilíkindini.

Gróðurin var ikki rættiliga komin á Landgrunninum. Frægast var í økinum við Vágar og undir landi norðanfyri. Hetta sást eisini á nøgdum og samanseting av djóraæti. Væl var av reyðæti, men tey gýttu lítið, av tí at djóraæti tørvar føði (plantuæti) fyri at gera síni egg. Minni var av einum slagi av djóraæti, ið nevnist Temora, enn tað hevur verið hesi seinastu árini. Hinvegin var meira av einum øðrum slagi, ið nevnist Acartia. Um henda gongdin fer at halda sær út á várið og summarið, kann tað vera til fyrimuns fyri fiskayngul, av tí at Temora tykist at vera verri føði enn Acartia.

Bestu føðiviðurskifti hjá fiskalarvum vóru undir landi norðanfyri.

 

Ein frágreiðing um túrin kann lesast her