Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Tórshavnar Kommuna 150 ár

Stórt hátíðarhald verður dagarnar frá 26. til 29. mai, tá Tórshavnar kommuna fyllir 150 ár. Í hesum sambandi verða søgulig framsýning, gudstænasta, konsert og kvøldseta, umframt at leygardagin 28. mai verður brúgvin um Sandá latin upp og trappan í Vágsbotni tikin í nýtslu.

Hátíðarhaldið byrjar hósdagin 26. mai kl. 16.00, tá Býarbókasavnið letur framsýningina ”Tórshavn frá 1000 til 1909” upp. Hetta er ein áhugaverd framsýning við kortum, tekningum og myndum. Øll eru vælkomin.

Reinsaríið hevur sama kvøld kl. 20.00 kvøldsetuna ”Tórshavn – úr fortíð í framtíð.” Øll eru vælkomin. Innsløgini her eru m.a. samrøða við Jens Paula Nolsøe, søgufrøðing, um, hvussu Havnin gjørdist miðdepil, og filmurin “Býarstýri í 150 ár”um fólkaræðisligu gongdina í kommununi verður sýndur.

Býararkitekturin Birita Wardum og arkitekturin Mayfinn Norðoy fara eisini at hugleiða um varðveita gamalt og skapa nýtt í býnum. Hansina Iversen, listakvinna, fer í oðrum og myndum at hugleiða um, hvat Havnin bjóðar og kann bjóða aftrat, og Jørleif Kúrberg sigur søgur um fólk og hendingar í býnum.

Millum øll innsløgini á kvøldsetuni fer Kim Hansen við bólki at spæla kendar havnarsangir.

Fríggjakvøldið verður stór konsert á Reinsarínum við Danny & the Veetos, The Reverends og Leu Kampmann.

Leygardagin er stórt tiltak í Tórsgøtu og Vágsbotni við morgunmatarborði og barnafagnaði, har Havnar Hornorkestur fer at spæla. Tá verður trappan eisini tikin í nýtslu, og BuBu, Ævintýraferðin, Tórshavnar Manskór og Punjab undirhalda á trappuni.

Klokkan 16.00 leygardagin verður brúgvin um Sandá tikin í nýtslu. Har verða røður, kaffi, køkur, og Havnar Hornorkestur fer at spæla.

Sunnudagin Kl. 11.00 verður hátíðarguðstænasta í Havnar kirkju við dómprósti og biskuppi. Havnarkórið syngur.

Víst verður annars til breddan á heimasíðuni og til skránna, sum verður løgd út í næstum.

Kelda & mynd:torshavn.fo