Kiwanis Tórshavn hevur í seinastuni latið tvær peningagávur til vælgerandi endamál. Tónleikabólkurin hjá ungum við menningartarni, Ælabogin, hevur fingið 15.000 krónur til keyp av ljóðførum og annað virksemi. Somuleiðis hava børn, ið hava ein torføran uppvøkstur í Eysturgrønlandi, fingið 10.000 krónur sum ískoyti til eina ferð hendanvegin at vitja javnaldrandi føroysk børn. Endamálið er at hjálpa grønlendsku børnunum til eina betri tilveru.
Felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, ið hevur sum høvuðsendamál at betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum í Føroyum, letur javnan gávur til vælgerandi endamál. Inntøkurnar koma frá árligu jólatræssøluni í Havn og lutaseðlasølu á Ólavsøku, har høvuðsvinningurin er ein føroyskur bátur.
Herfyri lutaði Kiwanis Tórshavn gávubræv til tónleikabólkin, Ælabogan, ið er mannaður av ungum fólkum við menningartarni. Peningagávan ljóðar á 15.000 krónur og fer til keyp av ljóðførum.
Tað er sjúkrarøktarfrøðingurin, Sidsel M. Petersen, ið hevur tikið stig til ferðirnar. Hon hevur arbeitt átta ár í Eysturgrønlandi og við egnum eygum sæð truplu umstøðurnar hjá grønlendsku børnunum at vaksa upp undir.
– Talan er um børn, ið koma frá sera vánaligum korum orsakað av drykkjuskapi og hartil vantandi umsorgan. Vit eru tí sera fegin um gávuna, sum gevur okkum møguleikan fyri at bjóða nøkrum børnum hendanvegin í summar og geva teimum eina góða uppliving. Á tann hátt kunnu vit leggja nakað gott niður í tey, sum seinni í lívinum kann vera við til hjálpa teimum at fóta sær, sigur Sidsel M. Petersen.
Tríggir Kiwanisfelagsskapir í Føroyum
Ein av leiðarunum fyri Ælabogan, Annika Højgaard, var sum vera man eisini fegin um peningagávuna, sum fer á eitt turt stað.
– Vit takka hjartaliga fyri gávuna, ið ikki einans er við til at fíggja okkara tónleikavirksemi, men sum samstundis er ein viðurkenning av okkara arbeiði, sigur Annika Højgaard.
Ælabogin skal í ár á konsertferð til Alicante í Spania, har tey verða 42 fólk í ferðalagnum. Kiwanis Tórshavn hevur tvær ferðir fyrr stuðlað Ælaboganum.
Kiwanis Tórshavn, sum ár hvørjum ári letur peningagávur til góðgerandi endamál, hevur millum annað stuðlað eini spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, Frelsunarherinum í Vági, Føroya Fólkaháskúla, umframt mongum, mongum øðrum.
Síðani stovnanina 30. apríl 1981 hevur felagsskapurin stuðlað vælgerandi endamálum við fleiri milliónum krónum.
Tveir aðrir Kiwanis felagsskapir eru í Føroyum, ið eisini lata pening til vælgerandi endamál. Tað eru Kiwanis Rósan í Havn og Kiwanis Eysturoy, sum hevur heimstað í Gøtu.
Orðið “Kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja”.