Ábyrgdarpeningurin verður útgivin í 10-ára lánsbrøvum við eini rentu á 5,08% um árið. Tó hevur bankin møguleika at gjalda lánið aftur eftir 5 árum. Lánsbrøvini verða útgivin tann 24. juni 2016.
Í tilgongdini hevur BankNordik havt samskifti við bæði føroyskar og útlendskar íleggjarar, og bankin gleðist serliga um tann áhuga, sum føroyskir íleggjarar hava víst við at tekna ein týðandi part av lánsbrøvunum.
Kapitalgrundarlag bankans er styrkt munandi seinnu árini, og tí verður ikki mett neyðugt at tekna eina upphædd áljóðandi verandi útistandandi. Harumframt er rentustøðið lægri í dag samanborið við 2011, tá ið verandi hybridi kjarnukapitalur og ábyrgdarpeningur varð útgivin. Samanumtikið merkir hetta, at solvensurin – soleiðis sum hann er uppgjørdur 31. mars 2016 – lækkar úr 17,2% niður í 15,8%, meðan rentuútreiðslurnar lækka við umleið 20 mió. kr. um árið.
Les meira í børsfráboðanini.
Tíðindaskriv 23. mai 2016