Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Countrydansur fyri 60+ á Norðoyastevnu

Fríggjakvøldið 3. juni á Norðoyastevnu skipar Eldraráðið í Klaksvík fyri góðum Countrydansi við Hallur Joensen.

Dansurin, sum verður í Smæruni á Kjalarvegi 48, byrjar kl 21:00 og er fyri borgarar 60 ár og eldri.
Fyri ikki at fara upp um mest loyvda fólkatal, sum er ásett fyri Smæruna, mugu áhugaði tekna seg frammanundan á telefon 228488. Kostnaðurin er 100,- kr og verður at rinda við dyrnar.

Hjartaliga vælkomin.
Eldraráðið í Klaksvík

tilvildarlig savnsmynd 24.fo av Klaksvík