Í Barnahúsinum Margit hita vit upp til barnafagnaðin í næstu viku. Evnið fyri barnafagnaðin í ár er tónleikur og rytmikkur.
Hesa vikuna hava børnini verið til Barnafestival og Sirkus. Øll børnini hava fingið festivalarmband, og konsert var á stórapalli. Børnini sungu sangir fyri hvørjum øðrum. Síðani vóru ymiskar upplivingar til børnini.
Har var bóltkast, fiskibrunnur, bovling og sápubløðrur; og at enda fingu børnini glaseraði súreplir.
Vit hava havt tað stuttligt og gleða okkum til barnafagnað saman við øllum hinum børnunum í Norðoyggjum.
klaksvik.fo – 27-05-2016