Ráðið fyri Ferðslutrygd skal leggja leggja dent á motivation heldur enn revsitiltøk. Skipið síðani fyri, at ferðslubøturnar koma ferðslutrygdini til góðar
Ungt Sjálvstýri
Fyri fáum døgum síðani skrivaði stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd lesarabræv, og vísti við kanningum á, at tað er samband ímillum, hvussu skjótt ein koyrir og hvussu nógv ein forvinnur í løn. Samstundis síggja vit eisini á hagtølum, at vit hava lutfalsliga alt ov nógvar ferðsluvanlukkur, samanbera vit okkum við okkara grannalond. Stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd vísti tí á, at neyðugt er við eini skipan, har hægri lønt fáa størri bót.
Ungt Sjálvstýri metir ikki, at vit røkka endamálinum nóg væl við hesum eina átakinum. Hagtølini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd vístu, at hóast tað eru tey betur løntu sum hava lyndi til at koyra ov skjótt, so koyrdi ein triðingur, av teimum ið vóru bólkaði undir lægstlønt, eisini ov skjótt. Um vit einans gera bøturnar størri fyri tey sum forvinna meira, so hava vit ikki loyst allan trupulleikan. Tað mugu størri og betri átøk til at økja um ferðslutrygdina í Føroyum.
Ungt Sjálvstýri vil varpa ljós á, at undantikið parkeringsbøtur, so fer peningurin fyri allar ferðslubøtur í danska statskassan, heldur enn landskassan, og tað tænir avgjørt ikki føroyskari ferðslutrygd ella føroyskum endamáli yvirhøvur.
Vit vilja tí heita á okkara løgtingsmenn, Kára P. Højgaard og Bárður Kass Nielsen, um at leggja fram uppskot fyri tingið um at peningurin fyri ferðslubøtur framyvir fer í landskassan heldur enn danska statskassan, og at peningurin verður oyramerktur til ferðslutrygdarátøk.
Ungt Sjálvstýri tekur sjálvsagt undir við øllum átøkum, ið betra um ferðslutrygdina, og um Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at núverandi bótin ikki er nóg høg til at motivera bilkoyrarum at slaka ferðina, so er tað sjálvandi møguligt at hækka bótina. Tó, so meta vit ikki at ein progressiv skipan er nøktandi, tí útreiðslurnar hjá fólki eru so ymiskar, at útfrá inntøkuni sjálvari ber ikki til at avgera hvat ein ov stór ella lítil bót er.
Tað eru fleiri onnur átøk sum Ráðið fyri Ferðslutryg kundi hugt nærri at, til dømis kundi man við vakmyndatólum motivera fólk til at koyra ráðiligari, tá møguleikin fyri at vera tikin verður so nógv størri. Hetta rokna vit við, hevði givið munandi betri úrslit.
Vegna nevndina í Ungt Sjálvstýri
Birgit Sivertsen
Tilvildarlig ferðslumynd frá lv.fo