Home VinnutíðindiFiskivinna Kappast móti kópi á ójøvnum føti

Kappast móti kópi á ójøvnum føti

by OML

Eitt er at regulera, eitt annað at skræða — hvussu ber tað til at summir bureaukratar halda seg kunna stýra fiskastovnum eina og aleina við at avmarka fiskiveiði og samstundis síggja burtur frá øllum øðrum viðkomandi faktorum?

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

Tá ið vit tosa um fiskastovnar sum avmarkað tilfeingið, liggur ofta ein niðurstøða innbygd, tó ikki altíð so væl undirbygd: at her skulu vit neyvan rokna við at tilfeingið er varandi. Hvør skal siga, um nakar ivi er um hvussu væl fyri ein fiskastovnur er so má ivin koma fiskastovninum til góðar, tí tað er betri at binda um heilan fingur enn at lata fiskivinnuna tjena pengar her og nú.

Men hvat um avmarkandi tiltøk móti fiskiveiði í onkrum førum í roynd og veru skaða vinnuna og harvið samfelagsbúskapin, uttan at bøta nakað í fiskastovninum — hvat er tá argumentið fyri at innføra fleiri avmarkingar, annað enn at rættvísgera áhaldandi kannustoyparí og beingnagarí í tí politisk-regulativu skipanini? Spurningurin er nevniliga hvussu óvissur skulu tulkast, til fyrimuns fyri hvønn.
Sjálvandi er fiskur eitt avmarkað tilfeingi — men hvussu nógv eyka skal tilfeingið avmarkast, serliga tá havt verður í huga at talan er um eitt tilfeingi sum endurnýggjar seg á hvørjum ári, um ikki umstøðurnar í havumhvørvinum broytast avgerandi til tað verra.
Sum heild man lítil ivi vera um at føroysk fiskivinna í øllum førum verður regulerað og avmarkað í nóg stóran, um ikki ov stóran, mun. Vit eiga undir verandi umstøðum at kunna ganga út frá, í allari rímiligheit, at okkara fiskatilfeingi er varandi.
Taka og geva
Og tilfeingisrentan — ber tað til at áseta eitt virði á henni uttan at ásetingin er merkt av hvørs áhugamál verða vard og framd í samanhanginum? Ella er tað eitt endamál í sjálvum sær at øll tilfeingisrentan skal súgvast úr vinnuni yvir í ta politisku skipanina?
Myndir:
Partrolarin Stelkur ger eitt gott hál, eini 30 tons av upsa. (Maria Olsen Photo)

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.