Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Tøðevnistrot ávirkar helst útbreiðsluna av makreli

Ein nýggj vísindalig grein vísir á, at tøðevnistrot í eystara partinum av Norðuratlantshavinum kann viðvirka til, at makrelur hevur breitt seg meira vestureftir seinastu tíggju árini.

Makrelur gýtir vestan fyri Írland á vári og svimur um summarið norðureftir til sjógv við meira tøðevni, plantu- og djóraæti og tískil meira føði (sí mynd). Søguliga hevur makrelur staðið mest á beiti í Norðurhøvum, men eftir 2006 flutti hesin stovnur seg nógv vestureftir, til føroyskt, Íslendskt og eisini Grønlendskt sjóøki.

Tøðevnisslagið silikat avgerð gróðurin av sonevndum kiselalgum, ið er týdningarmikið føðigrundarlag hjá reyðæti – høvuðsføðin hjá makreli. Nøgdirnar av silikati eru størstar vesturi í Labrador- og Irmingerhavinum, og lækka eystureftir móti europeiska landgrunninum (sí mynd). Hartil vísa mátingar at nøgdirnar av silikati hava verið støðugt minkandi seinastu 25 árini. Tað er tískil møguligt, at føðigrundarlagið hjá makreli fyrst svíkur í eystri, so at hann nú má svimja longur vestur til føðiríkari sjógv um summarið.

Sambandið millum tøðevnistrot og makrelútbreiðslu er serliga týðiligt í Íslandsbassenginum, millum Ísland og Rockall háslættan. Fleirtjóða yvirlitstrolingarnar í juli vísa, at makrelur hesa árstíð bert stendur heilt nær íslendska landgrunninum, har upprák áhaldandi taðar sjógvin við tøðevni (silikati). Longur suðuri á opnum og djúpum havi gerst sera lagbýtt um summarið, og taðingin er tí lítil og ongin. Tískil er lítil gróður og hetta økið er so at siga oyði fyri bæði reyðæti og makrel.

Hesi viðuskifti eru lýst í greinini: “Nutrient-driven poleward expansion of the Northeast Atlantic mackerel (Scomber scombrus) stock: A new hypothesis”, sum bleiv prentað 5. mai í tíðarritinum “Elementa: Science of the Anthropocene”.


Meira tøðevni í vesturi og norðuri. Víst er miðal silikatnøgd í juni, 1960-2013, á 50-metra dýpi. Gráu pílarnir vísa ferðingarmynstrið hjá makreli. Svarta linjan vísir markið, har lítla silikatnøgdin byrjar at gerðast avmarkandi fyri gróður av kiselalgum (bláa økið).

 

Kelda:hav.fo – tilvildarlig savnsmynd frá hav.fo