Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Glasir fingið Depilsráð

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Depilsráðið á Glasi.

Virkisøkið hjá Depilsráðnum er at vera ráðgevandi hjá rektaranum innan tað yrkisfakliga útbúgvingarøkið á Glasi, soleiðis at skúlin bjóðar út grundútbúgvingar, eftirútbúgvingar og víðariútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni. Ráðið skal styrkja sambandið og samskiftið úteftir, og dygd og menning inneftir innan tað yrkisfakliga útbúgvingarøkið á Glasi.

Í Depilsráðnum eru sjey limir umframt eitt næmingaumboð frá yrkisliga økinum. Limirnir verða tilnevndir eftir tilmæli frá pørtum á arbeiðsmarknaðinum og kommunufelagnum. Harumframt hava lærararnir tvey umboð í ráðnum. Næmingaumboðið verður valt á hvørjum ári, men er ikki valt enn.

Limirnir í Depilsráðnum fyri Glasir 2016-2020 eru:

Limir:

Starvsmannafelagið:   Anna Johannesen, limur

Landsfelag Handverkaranna:   Eli Brimsvík, limur

Føroya Kommunufelag: Sigurð Ó. Vang, limur

Glasir (lærarar): Súsan K. Gregoriussen og Una Joensen, limir

Vinnuhúsið: Magnus Magnussen og Gunnar Mohr, limir

 

Varalimir:

Starvsmannafelagið:    Niels á Reynatúgvu, varalimur

Landsfelag Handverkaranna:  Dánjal Pauli Djurhuus, varalimur

Føroya Kommunufelag:     Jonhard Mikkelsen, varalimur

Glasir (lærarar):   Unn Zachariassen og Christina Nolsøe, varalimir

Vinnuhúsið:   Mouritz Mohr og Ása Hansen, varalimir

Depilsráðið hevði sín fyrsta fund í dag, har bæði limir og varalimir vóru við á fundinum. Nakrir av limunum høvdu forfall.

Mentamálaráðið, 3. juni 2016