Home Fólk & SamfelagLesarin skrivar Endurlýsing eftir aðalstjóra?

Endurlýsing eftir aðalstjóra?

by OML

Sambært skrivi frá Marjun Hanusardóttir, so hevur løgmaður tikið avgerð um at lýsa av nýggjum eftir aðalstjóra til Vinnumálaráðið sambært § 5 stk. 5 í tænastumannalógini. Í Tænastumannalógini stendur: Stk. 5. Heldur landsstýrið, at eingin av umsøkjarunum, ið søkt hava lýst starv innan ásettu tíðarfreist, er nóg væl skikkaður til starvið, ella at nýggj lýsing kann elva duguligari monnum at søkja, skal starvið verða lýst av nýggjum.

Á heimasiðuni hjá Løgmanni, www.tinganes.fo, stendur:

Hóast skikkaðir umsøkjarar eru til starvið, eri eg, út frá einari heildarmeting, komin til ta niðurstøðu, at best er at lýsa starvið av nýggjum.

http://www.lms.fo/kunning/tidindi/adalstjorastarv-verdur-lyst-av-nyggjum/

Tað skal meira enn góður vilji til at meta hetta sum sakligt.

Annars kann samrøða við John Rajani, sum leggur dent á tað sakliga ella manglandi sakligheit, hoyrast her: https://r7.fo/savn/

Eivind Jacobsen

Strendur

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.