Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Marknaðar- og produktstjórin er settur

John Syderbø er settur sum marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.

John Syderbø er 40 ára gamal og útbúgvin cand.merc við sergrein innan marketing frá Aalborg Universitet í 2007. John hevur drúgvar royndir innan samskipan og leiðslu av stórum verkætlanum – bæði í Føroyum og Danmark. Harumframt hevur John royndir sum sølu- og marknaðarstjóri í BankNordik.

Sum marknaðar- og produktstjóri verður John partur av leiðslubólkinum. Ábyrgdarøkini hjá John verða millum annað at tryggja, at Føroya Tele hevur bestu produktini og tænasturnar, og at umdømi og marknaðarføring ganga hond í hond og stuðla undir sølu og strategi hjá Føroya Tele.
Kelda & mynd ft.fo