Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Lønarútgjaldingin støðugt um 700 milliónir mánaðarliga

Savnsmynd 24.fo

Seinastu átta mánaðirnar hava lønirnar sveiggjað um 700 milliónir um mánaðin. Tær vóru um 600 milliónir um mánaðin í 2013, men vuksu bæði í 2014 og 2015 so tær nú eru um 700 milliónir mánaðarliga. Skrivar Hagstova Føroya

Í mai vóru árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar 688 mió. kr. Hetta er lakasti mánaður til lønir síðan oktober í fjør. Seinastu átta mánaðirnar hava lønirnar sveiggjað um 700 milliónir um mánaðin. Tær vóru um 600 milliónir um mánaðin í 2013, men vuksu bæði í 2014 og 2015 so tær nú eru um 700 milliónir mánaðarliga. Tað, at lønirnar hava at kalla staðið í stað í ár, ger at trendurin hevur mist høgu ferðina, sum hevur verið undanfarnu tvey árini, og er gongdin nú ein meira hóvligur vøkstur. Hetta skrivar Hagstova Føroya

 


Fiski- og alivinnan størstan part í vøkstrinum

Verður hugt eftir trendinum í høvuðsvinnubólkum, sæst, at tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, hava ein javnan, seigan vøkstur, ikki so stórur mánað fyri mánað, men støðugur. Hinvegin sveiggja fiski- og alivinnan og byggivinnan nógv, og seinastu tíðina hava tey havt trivaligan vøkstur. Fiski- og alivinnan sær tó út til at hava mist ferðina í vøkstrinum, meðan byggivinnan framvegis veksur við nógvari ferð. Byggivinnan er minst av teim fýra høvuðsvinnugreinunum og megnar tí ikki einsamøll at skapa stóran samlaðan vøkstur, so um ikki fiski- og alivinnan aftur fær ferð á, so koma vit at uppliva at lønirnar vaksa við minni ferð komandi tíðina.

7,3% meira útgoldið í lønum higartil í ár

Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Higartil í ár eru útgoldnar 3.418 milliónir kr. í lønum, tað eru 232 mió. kr. fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 7,3%.

Tað er trivalig framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men stóri vøksturin í ár er í framleiðsluvinnunum. Í fiski- og alivinnuni eru 87 milliónir meira útgoldnar higartil í ár. Meginparturin av vøkstrinum stavar frá, at hýrurnar í 2016 hava verið væl betri enn árið frammanundan. Byggivinnan hevur eisini trivaliga framgongd. Higartil í ár eru 9,3% meira útgoldið.

Privati tænastuvinnurnar hava stóra framgongd. Higartil í ár eru útgoldnar 1.067 milliónir í lønum, 60 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Eisini í almennum tænastum er vøksturin hampiliga stórur við yvir 4%.

Lønirnar skipaðar í vinnugreinar vísa, at tað framvegis eru hýrurnar, sum hava størsta vøksturin. Higartil í ár eru hýrurnar 421 milliónir, tað er ein framgongd uppá 63 milliónir, svarandi til ein vøkstur á 17,7%. Eisini alivinnan og fiskavøruídnaðurin  hava havt meira at gjørt í ár. Alivinnan hevur goldið 125 milliónir út í lønum higartil í ár, 14 fleri enn í fjør og fiskavøruídnaðurin hevur goldið 137 milliónir, 11 fleiri enn í fjør.

Byggivinnan hevur eisini stóran vøkstur, framgongdin er 12,2% í mun til í fjør.

Tað er lítil afturgongd í heilsu- og almannaverk, men tað kann verða tí eldraøkið er umskipað og harumframt hevur lítla vinnugreinin ráevnisvinna stóra afturgongd.

 


Hýrurnar vóru sera góðar í vár

Hýrurnar higartil í ár hava verið munandi hægri enn sama tíðarskeið í fjør.  Serliga í februar og í mars hava hýrurnar hilnast væl og verið yvir 100 milliónir. Orsøkin er m.a., at veiðan av uppsjóvarfiski hevur verið størri í vár. Bert í mai vóru hýrurnar lægri enn sama mánað fjør, og bert helvtina av hýrunum í februar.

Dagf’ørd og útgreinað hagtøl um lønargjaldingar eru at finna í hagtalsgrunninum her.

 

Kelda: Hagstova Føroya » 10. juni 2016 Tilvildarlig savnsmynd 24.fo