Fyrrapartin í dag var lítil samkoma við steinsetingina fyri húsinum hjá Nólsoyar Páll á Biskupstøð. Borgarstjórin handaði formanninum fyri áhugabólkinum Nólsoyar Páll, Archibald Black, skeytið fyri lendið, ið húsið skal byggjast á.
Archibald Black takkaði fyri og tók afturí, nær verkætlanin byrjaði. Tann 12. desember 2014 hittust teir, sum síðani gjørdust til áhugabólkin aftanfyri verkætlanina at endurreisa húsini hjá Nólsoyar Páll, sum hann bygdi fyrst i 1800, á Biskupstøð.
Í áhugabólkinum Nólsoyar Páll eru Archibald Black, formaður, Líggjas í Bø, skrivari og kassameistari, Finn Kjølbro, nevndarlimur, og Anfinn Kallsberg, nevndarlimur.
Húsini, ið Nólsoyar Páll bygdi á Biskupstøð, vóru ikki so lítil eftir tátíðarmeti; 144 fermetrar undir taki – við einum nærum innilokaðum túni uppá 50 fermetrar.
Archibald takkaði fyri vælvild, bæði frá býráði og øðrum, ið hava stuðlað verkætlanini dyggiliga.
Formaðurin endaði við at endurgeva úr samrøðu, ið Nólsoyar Páll hevði við blaðið Dagen í 1807: “Tað er mín vón, at tann góða sakin altíð at enda sigrar”.
Síðani varð heitt á Britu Black, sum er elsta fólk á Biskupstøð og annars í 5. lið eftir Nólsoyar Páll, um at seta hornasteinin fyri hesi bygging.
Fleiri myndir
klaksvik.fo 14-06-2016
Video frá 24.fo
Hús Nólsoyar Páls from 24fo.net on Vimeo.