Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Eg flúgvi oman fyri mánan av spenningi

Tað sigur Gunnar S. Knudsen, KT-verkfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya, ið skal til Kina við Vodafone. Hann er kosin at vitja risastóru tele-fyritøkuna Huawei og at fáa innlit í nýggja tøkniliga menning á tele-økinum

14.06.2016Ólavur Waag Høgnesen – setur.fo
Gunnar S. Knudsen, ið lesur KT-verkfrøði á Setrinum, og Bárður á Steig Nielsen, stjóri á Vodafone
Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Gunnar S. Knudsen, og Bárður á Steig Nielsen
Sigurð í Jákupsstovu, Hannes Gislason, professari og útbúgvingarleiðari, Gunnar S. Knudsen, Qin Xin, professari, og Bárður á Steig Nielsen
Gunnar S. Knudsen í práti við Qin Xin, professara, ið er úr Kina

Í august fer Gunnar S. Knudsen at pakka ferðataskuna og at flúgva til heimsins fólkaríkasta land, Kina, ið er kent fyri at vera í fremstu røð á tele-økinum.

– Eg eri heilt “over the moon” fyri at fáa hendan møguleikan, sigur Gunnar S. Knudsen í síni fyrstu viðmerking til tíðindini um, at hann er kosin til at vitja Huawei.

Gunnar er KT-verkfrøðilesandi á 2014-2017-holdinum á Fróðskaparsetri Føroya, og 14 dagar av undirvísing og praktiskari venjing hjá Huawei er júst nakað fyri hann.

– Uppihaldið fer vónandi at víðka mín sjónarring. Eisini vænti eg at fáa samband við onnur, ið hava somu áhugamál sum eg, og at hetta kann hjálpa mær í mínum lestri og framtíðar starvi. At síggja hvussu ein tøknirisi sum Huawei arbeiðir, og ikki minst at síggja teirra mentan, er heilt víst ein stór avbjóðing og kemur uttan iva at vera mennandi fyri meg fakliga.

Vodafone hevur samstarv við Huawei, ið hevur framleitt ein stóran part av nýggju tøknini, sum kundarnir hjá Vodafone í Føroyum njóta gott av. Samstarvið ber í sær, at ein ungur føroyingur fær møguleika – ókeypis – at vera við í ”Summer Camp 2016” hjá Huawei saman við meira enn 500 lesandi úr Europa.

– Tað hevur týdning og er mennandi, at eisini lesandi í Føroyum fáa fakligar og mentanarligar upplivingar afturat tí fakliga førninginum, ið Fróðskaparsetrið veitir teimum, og tað er gleðiligt at fyritøkur í Føroyum taka slík stig, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskapar setri Føroya.

– Á Vodafone fegnast vit um at kunna bjóða einum ungum lesandi møguleikan at fáa undirvísing og innlit í nýggjastu tøknina á tele-marknaðinum. Hetta er alt í samstarvi við Huawei, og vit vóna, at Gunnar fær nógv burtur úr ferðini, sigur Bárður Nielsen, stjóri á Vodafone.

Í Kina vitjar Gunnar S. Knudsen R&D-miðstøðina hjá Huawei, og hann fær m.a. innlit í sonevnda switch-tøkni, tráðleysa tøkni og leiðslu. Uppihaldið fer fram í trimum býum: Hangzhou, Beijing og í Shenzhen, har ið høvuðssætið hjá Huawei er.

Harumframt verður høvi at vitja kend støð í Kina, t.d. víðagitna kinverska múrin, og at seta seg inn í kinverska mentan.

– Eg vænti at fáa væl størri innlit í KT og netverk sum heild, og hvussu nýggj tøkni kann brúkast í føroyska samfelagnum, sigur Gunnar S. Knudsen, sum ætlar sær eina kandidat- ella masterútbúgving, tá ið bachelorútbúgvingin á Fróðskaparsetri Føroya er gjøgnumførd.

Vodafone og Fróðskaparsetur Føroya ynskja Gunnari eina góða og læruríka ferð.

Hoyr Gunnar S. Knudsen her