Hesa vikuna skipar Sendistova Føroya í Russlandi í samstarvi við landslutamyndugleikunum í Murmansk fyri einum public diplomacy og vinnu átaki, ið varpar ljós á týdningin av tøkni, vitanartungum framleiðsluvørum og tænastum, umframt munadyggum almennum eftirliti og gransking í eini burðardygga ali- og fiskavinnu.
Í dag skal Bjørn Kunoy, sendiharri Føroya í Russlandi, saman við sendinevnd á fund við Marina Kovtun, guvernøri í Murmansklandslutinum. Á fundinum verða evni av felags áhuga umrødd, umframt í hvønn mun Murmansk kann fáa ágóða av føroyskari vitan og gransking, innan tøkni, reglugerð og almennum eftirliti í alivinnu.
Skipað verður fyri vitjanum á aliframleiðslustøðum og flakavirkjum. Harafturat verður átak í morgin, har fyrilestrahaldarar úr Fiskaaling og Heilsufrøðiligu Starvsstovu fara at greiða frá føroyskari gransking og almennum eftirliti innan alivinnu. Eisini fara føroyskar fyritøkur at vísa fram vørur og tænastur innan ali- og fiskavirking og fiskivinnu.
Føroysku fyritøkurnar, ið luttaka eru JT Electric, KJ Hydraulik, Petur Larsen og Rock Trawldoors.
Savnsmynd Moskva – 24.fo