Home Tíðindir Metgott úrslit hjá Kreton í fjør

Metgott úrslit hjá Kreton í fjør

by OML

Entreprenørfelagið Kreton í Norðragøtu hevði eitt metgott úrslit í fjør. Úrslitið fyri 2015 var eitt yvirskot á slakar 1,4 mió. kr eftir skatt. Hetta er hálv millión meira enn árið fyri og tað besta úrslitið higartil hjá 10 ára gomlu fyritøkuni. Fyritøkan hevur nú eina eginogn á 3,1 mió. kr.

Kreton hevur havt góð úrslit seinastu 4 árini og kemst hetta av øktum virksemi. Herfyri gjørdi fyritøkan stórar íløgur og víðkaði um sítt virksemi við at fara inn á asfaltmarknaðin. Hetta gevur fyritøkuni enn eitt bein at standa á, umframt verandi virksemi innan entreprenør arbeiði.

Kreton-asfaltarbeiði2016

– Uppgávurnar eru nógvar og vit ferðast víða, sigur Eyðun Magnussen, stjóri. Í løtuni gera vit tveir vegir í Syðrugøtu og ein veg í Vestmanna. Harafturat hava vit fingið fleiri asfalt uppgávur kring landið.

Herfyri skipaði fyritøkan seg við nýggjari nevnd. Í nevndini sita Suni Justinussen, nevndarformaður, Eyðun Magnussen og Ove Magnussen. Kreton telur 15 ársverk, og starvsfólkahópurin veksur, tí søkt verður eisini eftir fólki til asfalt arbeiði.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.