Fráboðaða sølan av øllum partabrøvunum hjá BankNordik í íslendska tryggingarfelagnum Vørði gongur eftir ætlan. Íslendski miðbankin hevur nú góðkent, at BankNordik selur 100% av sínum partabrøvum í Vørði. Keyparin er íslendski Arion banki.
”Vit fegnast um, at sølan av Vørði gongur eftir ætlan, og góðkenningin frá íslendska miðbankanum er eitt týðandi stig á leiðini,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Nú vantar bert góðkenningin frá íslendsku kappingarmyndugleikunum, áðrenn sølan kann fremjast. BankNordik væntar at fáa endaligu góðkenningina í summar, og sølan av Vørði verður tí væntandi endaliga framd í seinna árshelmingi í ár.
Styrkt kapitalgrundarlag og útgjald av vinningsbýti
Avtøkan av danska vinnukundavirksemi bankans gongur eisini eftir ætlan. Til samans fara sølan av Vørði og avtøkan av danska vinnukundavirkseminum at styrkja kapitalgrundarlag bankans við umleið 300 mió. kr.
Sum áður fráboðað er ætlanin at útgjalda vinningsbýti, sum er í samsvari við styrkta kapitalgrundarlag bankans og málið um eitt kjarnukapitalprosent á minst 13. Av tí at sølan av Vørði væntandi verður endaliga framd í seinna árshelmingi, verður serliga vinningsbýtið væntandi útgoldið í 2017.
Hjálagda børsfráboðan er í morgun send keypskálanum í hesum sambandi.