Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Heimskent rave hóskvøldið á G!

The Bloody Beetroots skapa ársins størstu strandarveitslu á Gøtu sandi, tá ið elektroniski úrmælingurin Sir Bob Cornelius Rifo øsir alt upp í skúm

 Frá altjóða festivalum sum Tomorrow Land, Electric Daisy, The Big Day Out og Ultra koma SBCR aka the The Bloody Beetroots á G! at sparka ársins festival í gongd.

 Sandurin í Syðrugøtu verður karmur um eina elektroniska veitslu, sum vit ongantíð fyrr hava sæð í Føroyum. Sir Bob Cornelius Rifo er ein altjóða viðurkendur tónasmiður við einum altjóða milliónaskara av fylgjarum, sum taka undir við listarligum frælsi, fríari talu og kaos.

 Nýggjasta útgávan hjá SBCR aka The Bloody Beetroots, við millum øðrum Sir Paul McCartney, Tommy Lee og Greta Svabo Bech endaði millum 10 tær bestu hjá Itunes.

 Kongurin av punk rock dance, sum Sir Bob verður róptur, elskar Gretu Svabo Bech og júst lagið hjá teimum báðum Chroicles of a Fallen Love hevur meira enn 3 mió. vísingar á Youtube.

 Kekka Sir Bob(og Gretu) her:

 

https://www.youtube.com/watch?v=emnuX5dfFmo

 

https://www.youtube.com/watch?v=eW0AuyCTBkU

 

G! Festivalurin

Tónleikaliga Tjóðarhátíð Føroyinga