Home Tíðindir Nýskapandi viðtaluportalur tikin í brúk á Læknamiðstøðini í Klaksvík

Nýskapandi viðtaluportalur tikin í brúk á Læknamiðstøðini í Klaksvík

by OML

 Klaksvíkar kommuna bjóðar nú borgarum í Norðoyggjum avgreiða nøkur av sínum viðurskiftum við kommunulæknan umvegis ein nýggjan viðtaluportal, sum hevur fingið heitið www.laknarklaksvik.fo

Hósdagin 23. juni 2016 vóru Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Óluva Klettskarð, nevndarforkvinna, í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík og tendraðu nýggja viðtaluportalin, ið skal gera tað lættari hjá viðskiftafólkum at avgreiða nøkur av sínum kommunulæknaørindum.

Í hesum umfari fer skipanin at fevna um hesi kommunulæknaørindi, sum norðoyingar nú kunnu avgreiða á www.laknarklaksvik.fo:

  • Bílegging av tíð hjá lækna
  • Umbøn um avlýsing ella broyting av tíð hjá lækna
  • Endurnýggjan av resept

Mannagongdin er tann, at viðskiftafólk fara inn á www.laknarklaksvik.fo, og har tøppa tey neyðugu upplýsingarnar inn í eitt oyðublað, sum skipanin síðani sendir Læknamiðstøðini. Síðan taka læknaskrivarar sær av víðari viðgerð av umbønunum og senda svar aftur til viðskiftafólkið.

Kann víðkast til alt landið

– Hetta átakið er ein liður í stremban okkara at menna og betra tær tænastur, sum verða veittar borgarum okkara, siga Óluva Klettskarð og Jógvan Skorheim, sum eisini vísa á, at henda skipan, sum nú verður roynd í Norðoyggjum, kann víðkast til at fevna um alt landið, so hetta frambrot kann koma øllum borgarum tilgóðar.

– Hetta er ein einføld skipan, sum eisini riggar á smærri eindum so sum teldlum og snildfonum, og tí vóna vit, at fólk fara at taka henda møguleika til sín.

– Viðtaluportalurin kemur ikki ístaðin fyri verandi, men er ein møguleiki aftur at verandi telefonviðtalu á tlf. nr. 663300, sum vit kenna í dag, er framvegis møgulig at nýta.

Trygg skipan

Skipanin lýkur øll krøv um tryggleika, har allir upplýsingar verða væl vardir, og har útgerðin liggur í tryggum kørmum hjá Føroya Tele. Upplýsingar fara tí ikki út um landoddarnar, sum er eitt lógarkrav frá almennari síðu.

Tað er fyritøkan Formula, sum hevur ment skipanina.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.