Nú er meir enn hálvt ár liðið, síðani danski ráðharrin lovaði at rætta skeivleikan, men enn er einki úrslit komið. Av tí at onki er hent í málinum, hevur Sjúrður Skaale aftur spurt ráðharran, um hon vil arbeiða fyri at javnstilla føroyingar við ES borgarar í samband við ansing av egnum børnum.
Føroyingar eru í løtuni verri stillaður enn ES borgarar í Danmark í samband við ansing av egnum børnum. Í november í fjør lovaði Ellen Trane Nørby, barna-, undirvísingar- og javnstøðuráðharri, at hon fór at arbeiða fyri, at føroyingar í Danmark skulu fáa somu rættindi á hesum øki. Men enn er onki ítøkiligt hent í málinum, og tí hevur Sjúrður Skaale aftur spurt ráðharran um málið.
Sum støðan er í løtuni, skal man hava búð sjey av seinastu átta árunum í Danmark fyri at fáa stuðul til ansing av egnum børnum. Men hetta kravið er ikki galdandi fyri ES borgarar. Hóast Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, eru føroyingar ikki umfataðir av undantakinum í lóggávuni. Tí spurdi Sjúrður Skaale ráðharran í november í fjør, um hon vildi arbeiða fyri, at føroyingar verða javnsettir við ES borgarar.
Sjúrður Skaale heldur áfram at trýsta ráðharran, inntil málið er loyst, tí tað kann ikki vera rætt, at føroyingar skulu vera verri stillaðir enn ES borgarar í ríkisfelagsskapinum.