Home Fólk & Samfelag Afrikansku  Norðuroyggjarnar

Afrikansku  Norðuroyggjarnar

by OML

Frá strudsapolitikki til vinnuligt apartheid stýrið. Hetta er ein stuttsøga um nakrar Afrikanskar oyggjar ið vóru eyðkendar av einum friðarligum og vælvirkandi landbúnaðarsamfelagið.

Árið er 1880 og landið hevur kent stóra framgongd á flest øllum økjum, men ov nógv ferð á búskapinum og kreppa hjá peningastovnum førdi til, at landið fyrst í 1890 stóð við sera stórum trupulleikum.

Seyðahald hevði verið ein grundleggjandi partur av búskapinum men turkur rakar hesa vinnu meint á afrikansku oyggjunum. Hetta saman við búskaparligari stagnatión á oyggjunum førdi til, at fólk flýddu til tær nærmastu grannaoyggjarnar at vinna sær til lívsins uppihald.

Umleið 1893 royndi nakrir seyðabøndur at so at keypa nakrar garðar aftur frá Bankunum, ið nú høvdu ræðið á gørðunum sum bøndurnir høvdu mist. Tað vóru nakrir fáir vínbøndur í landinum og høvdu teir eisini ovurhondstrupulleikar fyrst í 1890 og royndi onkur seyðabóndi at keypa eina vínplantagu, men orsaka av lítlari pengamongd í landinum megnaðu peningastovnarnir heldur ikki at fíggja hetta.

Teir gomlu vínbøndurnir í landinum merktu eisini hvussu kreppan reikaði og turkurin hevði eisini gjørt seg inn á teirra virksemið, so fleiri garðar framleiddu als ikki hetta tíðarskeiðið. Hesar afrikansku oyggjar høvdu dugnaligt fólk innan landbúnað, eisini vóru tað bøndur og húskallar ið fóru til nakrar oyggjar norðanfyri at dyrka neytahald og muskusoksar. Hetta vóru rættindir sum stjórnin hevði fingið til vega í samráðingum við aðrar oyggjabólkar í økinum.

Bæði muskusoksar og neytahald virkaðu sera væl á hesum oyggjum. Stjórnin hevði eisini samráðst seg til at vínbóndir kundi dyrka á grannaoyggjunum og var hetta ein sera góð inntøkukelda. Alt hetta var kærkomið ískoytið hjá hesum landbúnaðarmonnum og fingu nógv fólk av Afrikansku Norðuroyggjunum arbeiði á hesum grannaoyggjum.

Vend kemur í 1894

Í 1894 var kreppan so djúp at hetta førdi til at teir menn í ynsktu at fara undir seyðahald aftur fingu stuðul frá stjórnini til at reka garðarnar tey fyrstu árini. Hesir seyðabøndur vóru flest allir upprunafólk á oyggjunum, mest svartir innføddir.  Meðan tey í átti teir góðu garðarnar innan víndyrkan og rættindi til at framleiða muskusoksar og neytahald á grannaoyggunum vóru hvít.

Á  Afrikansku Norðuroyggunum var eisini geitahald. Hetta vóru eisini svørt fólk og høvdu tey betur samband við ráðandi stættina og vóru eitt sindur fínari enn seyðabøndurnir, men prísurin fyri 1 kg seyðakjøt var munandi hægri enn geitarkjøti og tað starvaðust eisini nógv fleiri fólk innan seyðahald og vóru tað nógv sláturvirkir í landinum sum høvdu nógv fólk í vinnu. Bæði grálittu geitirnar og seyðurin bleiv slaktaður á somu sláturvirkjum og var hetta høvuðsvinurin í landinum.

Samfelagið mentist

Umleið ár 1896 kom veruligt glið aftur á samfelagið hetta orsaka av tí virkisfýsni og trúgv uppá framtíðina seyðabøndurnir høvdu og við góðari hjálp frá teirra húskallum og eisini við hjálp frá stjórnini og Oyggjatinginum, Her vóru fólk og kvinnur í kendu til seyðahald og visti at hetta var lívæðrin og lokomotivið í samfelagnum. Eg havi ikki nevnt at afrikansku oyggjarnar eisini vóru kendar fyri minkframleiðslu og bleiv minkurin seldur til Russlands og Evropa, men minkframleiðslan hevði havt tað trupult orsaka av fallandi prísum á marknaðinum og sjúku á minkgørðunum.

Búskapurin kom ígongd aftur og mentist spakuliga og virksemið øktist skjótt longu í 1906 var full ferð á. Bara 15 ár eftir stóru kreppuna frá 1892 hevði landi ment seg aftur.

Tað vóru nógv fólk í Fíggjarheiminum og á oyggjunum sum heild í ikki trú uppá, at seyðahald og geitahald kundi koma fyri seg aftur, ja tað vóru enntá fólk í søgdu at sláturvirkini ongantíð opnaðu aftur. Hetta bleiv so rudduliga gjørt til skammar. Tað vóru eisini landbúnaðar serfrøðingar í søgdu at seyða- og geitahaldið var komið á gravarbakka og at tað fór at taka mong ár til at vánaligi landbúnaðurin á oyggjunum fór at koma fyri seg aftur.

Stokkut gleði hjá traditionellu landbúnaðinum á oyggjunum

Longu í 1907 byrjaðu seyða- og geitabóndurnir at merkja til niðurgongd sum var byrja nakað framman undan. Hesir bøndur vóru meira at kalla uppsitarar av landsjørð. Teirra virksemið var nógv skert og tey økir teir kundi nýta til seyðahald og geitahald var nógv skert. Fleiri sláturvirkir løtu aftur og turkur valdaði og prísurin á heimsmarknaðinum fyri seyðakjøt skramblaði saman. Longu í 1909 var kreppan so ring at seyðabøndurnir fóru til myndugleikarnir at biðja um kreppuhjálp, men politikararnir í høvdu notið gott av tí vinnuvirksemi uppruna bøndurnir høvdu sett í verk vildi ikki kennast við trupulleikan. Hetta var nýtt ættarlið av politikarum. Fólk við góðum útbúgvingum lærarar fólk frá herinum og fólk innan fíggjar- og bankaheimin. Stuðul var av tí illa og heldur enn at gera nakað so bleiv førdir ein strudsapolitikkur har høvdi var koyrt niður í sandin og lukka var fyri. Seyðabøndurnir ávaraðu staðiliga at um einki var gjørt so fóru nógv fólk og garðar at bukka undan hesi kreppu sum aftur rakti smábøndurnar.

Landbúnaðarkollevelting í 1910

Longu í 1908 – 1909 segði Landbúnaðarfelagið við politikararnar at tað var grundarlag fyri at fara undir økta vínframleiðslu í landinum og mátti seyða og geitabøndurnir sleppa at framleiða vín nú teirra landbúnaður var í kreppu. Teir máttu fáa loyvir til at umleggja til vínframleiðslu eisini. Men felagið hjá stóru og sterku vínbøndunum segði at tað bar ikki til at dyrka meir vín á oyggjunum og at tað fór at verða torført at selja tað eisini.

Generalurin lurtaði eftir Landbúnaðarfelagnum.

Í  1909 var tað ein generalur í var landbúnaðarráðharri og hann var samdur við Landbúnaðarfelagnum at vit skuldu taka av egnari jørð og økja um vinframleiðsluna. Ætlanin hjá Landbúnaðarfelagnum var at teir í høvdu geita og seyðahald eisini skuldi sleppa at framleiða vín nú tað vísti seg at tað var ovmikið til av jørð til hesa framleiðslu og var eisini lætt at selja hesa vøru.

Vit skriva 1910

Í 1910 gekk sera væl við minkframleðsluni í landinum og var hetta vorðin ein týðandi inntøku kelda hjá fólkið og landið og tey í áttu minkagarðarnir gjørdust múgvandi og rindaðu eisini risa avgjøld til landið. Generalurin í er landbúnaðarmálaráðharri ger saman við stjørnuni ein reform í áleggur øllum innan landbúnaðin at rinda til  ein trygdargrunn til rindan av lønum. Teir í framleiða vín hava nú fingið økt økið til teirra virksemið og blómar hetta virksemið komandi árini. Generalurin heldur at tíðin er komin at allir teir í reka geitavinnu og líknandi vinnu skulu leggja saman í eitt felag og samstundis skulu teir fáa loyvið at byrja innan vínframleiðslu eisini. Teirra geitahald og annað virksemið hjá teimum er í svárum trupulleikum og hesi nýggju rættindi eru við til at halda lív í teirra gørðum og feløgum. Ein fíggingarstovnur innan landbúnað upplýsir at hesir garðar og teirra húskallar fáa umleið 100 mió kr árliga úr hesum nýggja vinnuvirksemi. Teir stóru vínbóndirnir útbyggja teirra garðar munandi nú teir eisini kunnu dyrka vín á oyggjunum og gera teir eisini stórar íløgur í framleiðsluorku tapping av vínið í landinum. Áður var vínið sent óvirkað av landinum, men við stovnan av tapparíðum var virksemið økt munandi á fleiri fjarskotnum oyggjum hjá Afrikansku Norðuroyggjunum. Eins og minkframleiðslan fekk nógvan eykaskatt á seg so ger tað sama galdandi fyri teir múgvandi vín bøndurnar.

Nýggja stættin setur krøv

Politiska skiftið hevur ført til at tað er legitimt at krevja alt fleir gjøld frá landbúnaðinum og við tøku av jarðarlendi er hend ein katastrofa innan tað vanliga jarðarbrúki í landinum. Tað eru náttúruviðurskiftir í hava ført til truplar umstøður hjá seyðabøndunum, og kann ein orsøk eisini verða at økta vinframleiðslan í landinum ávirkar økið í seyðabøndurnir kunnu hava teirra seyð á og harvið er minni føði til seyðin.

Vinnuligt Eldorado

Tá generalurin økti økið har vín kundi dyrkast lat hann saman við Oyggjastýrinum samstundis upp fyri at teir bøndur og húskallar teirra í høvdu dyrka muskus oksar og neytahald á fjarskotnu grannaoyggjunum eisini sluppu heim til Afrikonsku Norðuroyggjarnar at dyrka vín.  Hetta gjørdist ein sólskinssøga fyri landið og tey feløg sum sluppu uppí part og vuksu hesir garðar sera nógv tey komandi 6 árini.

Vinnuligt Apartheid

Við ovurhonds niðurgongd í eini 10 ár royndi seyðabøndurnir at vita um teir ikki kundi fáa eitt sindur av kraftfóður sum stuðul, ella at fólk frá grannaoyggjunum komu higar at dyrka vín so teir kundu fáa eitt jarðarstykki á einari grannaoyggj so teir saman við húskøllunum og teirra familjum kundi yvirliva, men hetta eydnaðist heldur ikki. Seyðahald og geitahald hevði seinastu 40 árini verið lívæðrin á oyggjunum. Men nú víngarðarnir og minkagarðarnir høvdu góða inntøku var tað eingin ið vildi vita av trupulleikunum hjá seyða bøndrunum og teirra starvsfólkum. Men teir í høvdu geitahald fingu víngarðar saman við teimum persónum og feløgum í høvdu havt teirra vinnuvirksemi á fjarskotnum oyggjum hjá grannatjóðunum. Hvussu kunnu vit skilja hendan mismun á landbúnaðarfyritøkum, jú tað er sera einfalt Oyggjatingið og stjórnin á Afrikonsku Norðuroyggjunum helt ikki at seyðabøndurnir vóru nóg fínir til at kunna gerast vínbøndir.

Hjálp frá Vínbøndrunum

Við einari miðvísari politiskari píning at seyðabøndrunum væl hjálpt av landbúnaðarserfrøðingum og orsaka av náttúru viðurskiftum  vóru seyðabøndurnir so hart kroystir at einasta stað har hjálp kundi heintast, var frá vínbøndunum. Hesir menn kendu alt til seyðahald og landbúnað sum heild,  flestu teirra og teirra familjur eisini høvdu arbeitt inna hetta økið. Sjálvt um samfelagið tók inn risa avgjøld frá Vin bóndunum og fekk hópin av skatti inn frá teirra húskallum, so vóru tað eisini teir í máttu taka um endan fyri at varðveita eitt vet av vanliga landbúnaðinum eftir í landinum. Sum ein vínbóndi segði við meg,  vit mugu hava ein fjóltáttaðan landbúnað í landinum tí einaferð fer at venda var nokk hugsanin hjá honum eisini.

Hví kundi tað koma so langt

Orsøkirnar til at tað ikki er samfelagsligt ynski at hjálpa tí vanliga landbúnaðinum er orsaka av nógvur stuðul áður var veittur landbúnaðinum og tí heldur elitan á Oyggjatingið ikki at landbúnaðurin skal hjálpast, tó hetta er púra vanligt í grannaoyggjunum. Sjálvt meðan gamla høvuðsvinnan á Afrikansko Norðuroyggjunum er í svarari kreppu, so loyva myndugleikarnir útlendskum bóndum at koma í hagan hjá seyðabøndrunum, tí vit hava rætt til neytahald á fjarskotnum oyggjum.

Eftir at hava syndra vanligu vinnuna og útluta nýggj rættindi til útvaldar bøndur – er greitt at talan er um grovasta vinnuliga apartheid politikk í Afrika nakrantíð hevur kent. Hendan ovurhonds útlutan av rættindum til útvaldar bøndur hevur ført til at Afrikansku Oyggjarnar hava fingið eitt nýtt stýrið í ætlar sær at í 1918 so skal ein nýggjur landbúnaður reformur setast í verk. Har útarmaðir seyðabøndurnir saman við vín bøndrunum og teimum í høvdu rætt til muskusoksar og neytahald á fjarskotnum oyggjum, nú skulu bjóða uppá raksturin av gørðum á jøvnum føti.

Hetta er ein útbjóðan sum ikki hevur verið roynd nakrastaðni á Afrikanska kontinentinum. Tað sýnist sum bøndurnir eru jaga vilt í hesum landið. Hetta verður mett sum ein yvirklassi eins og russiska kolveltingin har góðseigarar mistu garðarnar og alt var útstykkja til smábøndur. Men á Norður Afrikansku Oyggjunum kann tað bert verða stórkapitalur í landinum og sannlíkt ókendur kapitalur og áhugamál uttaneftir í koma at mynda landbúnaðin á Afrikonsku Norðuroyggjunum.

 Landbúnaðurin jagstraður

Nýggja ættarliðið førir fram at bøndurnir hava fingið alt ókeypis, og vilja ikki síggja í eyguni at flest allir bøndur hava keypt garðin frá undangongumonnum ella kvinnum. Tó við undantakið av 1910 tá stjórn og Oyggjating velja at geva út nýtt lendi til víndyrkan. Hendan útlutan hevur ført til at ein nýggj statt av góðseigarum eru komnir, men hava teir so dyggiliga víst samfelagssinni við risa íløgum á flest øllum økjum Um minkvinnan og teirra virksemið ikki var so var fólkaflyting og hungur og hall á Afrikansku Norðuroyggjunum longu í 1909.

Tann nýggja stjórnin eins og undanfarna høvdu tørført við at síggja, at ein handil er ein handil. Eftir kreppuna í 1892 vóru nógvar handlar framdir innan handverksvinnan og handilsvinnu. Innan landbúnaðarvinnuna hava tað heilt frá 1892 og fram til í dag 1916 verið nógvar sølur av gørðum. Tað løgna er, at um ein persónurinnan timburvinnuna ella ein stórur handilsmaður hevur keypt vinnuvirkið bíliga fyri árum síðani og eftir sum marknaðurin var tá, og so selur við stórum vinningi, so verður hann mettur sum ein sera góður og dugnaligur vinnulívsmaður, men um ein seyðabóndi ella vínbóndi selur sín garð so er talan um spekulatión og at peningurin fer úr vinnuni.

Um ein persónur selur eina smiðju ella ein handil ella ein bóndagarð, so fer altíð peningur úr vinnuni og er tað als eingin munur hvat slag av vinnuvirksemi talan er um. Men at stjórnin og Oyggjatingið áhaldandi leggja byrðar og skattir á landbúnaðin sum fleiri ferðir tey seinast 25 árini hevur bjarga oyggjunum undan hungur og hall er heilt óskiljandi.

Ein seyðabóndi roynir at fáa greiði á um vinnuligi apartheid politikurin er lógligur og biður dómstólin taka støðu til førda politikkin.

Hví vinnuligt apartheid

Hetta kemst av at fólkið og politiska skipanin ikki sær tað logiska í at nakrir fætakir seyðabøndur skulu hava møguleika at ogna sær ein víngarð og dyrka nýtt lendi, men teir skulu halda seg til sítt seyðahald meðan teir fínari geitabønurnir mugu fáa loyvi at dyrka vín. Tað er samfelagsligt legitimt at føra vinnuligt apartheid, sjálvt um eingin lóggáva enn hevur stilla seyabøndurnar verri enn neytabøndurnar. Eins og lóggávan heldur ikki hevur greina hvussu rættind ogna til fremmandar garðar uttanfyri Afrikansku Norðuroyggjarnar gevur rætt til økið innangarðs ið er uppruna lendi og høvuðs økið hjá fatøku seyðabøndrunum.

Tá tað mestsum bara eru fólk í als ikki hava innlit í landbúnað og rakstur av hesum bóndagørðum, tað verið seg innan seyðahald, neytahald ella innan víndyrkan v.m. so er ikki óhugsandi at tann landbúnaðarreformur ið koma skal verður til skaða fyri upprunafólkiðinum / seyðabønurnar og tungur burður hjá stórbøndrunum eisini.

 

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.