Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Konjunkturbarometrið: Samanvigaða vísitalið minkar aftur hesaferð

???????

Metingin hjá føroysku húsarhaldunum um útlitini fyri føroyska búskapin komandi árið er omanfyri miðal nettotalið fyri allar kanningar síðan 2006 og eitt vet størri hesaferð í mun til seinastu kanning frá januar í ár

Hagstova Føroya

Úrslitini úr seinastu konjunkturkanningini eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Yvirskipaða vísitalið, ið vit nevna samanvigaða vísitalið, vísir eina minking frá 20 til 16 síðan januar í ár, og er støði sostatt tætt við miðal síðan januar 2006 á 17 stig. Í tíðarskeiðnum undir fíggjarkreppuni fall vísitalið lutfalsliga nógv, men vaks síðan nærum áhaldandi til á sumri 2014, tá vísitalið aftur var í hæddina, men hevur í seinastu fýra kanningunum ligið tætt við langtíðarmiðal.

(trýst á myndir og talvu, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Sæð í mun til seinastu kanningina frá januar í ár, so eru hesaferð brúkaravísitalið og vísitalið fyri handilsvinnuna hækkað, meðan vísitølini fyri tilfeingivinnur og ídnað, byggi- og tænastuvinnur eru lækkað.
Fyri einstøku 5 kanningarnar kunnu í høvuðsheitum fylgjandi niðurstøður gerast:
Brúkarakanningin
Metingin hjá føroysku húsarhaldunum um útlitini fyri føroyska búskapin komandi árið er omanfyri miðal nettotalið fyri allar kanningar síðan 2006 og eitt vet størri hesaferð í mun til seinastu kanning frá januar í ár. Í metingingini av útlitum fyri fíggjarstøðu hjá húsarhaldinum komandi árið, sammett við fíggjarstøðuna í løtuni, er tendensurin lækkandi 3 tær seinastu kanningarnar, t.v.s. at samstundis sum húsarhaldini generelt lata væl at útlitum fyri samlaða búskapin, so hava húsarhaldini síðan juni í fjør mett síni egnu fíggjarútlit eitt vet verri í mun til undanfarna kanning.
Annað merkisvert í hesari kanningini og undanfarnum seinastu 2-3 árini er, at alsamt fleiri húsarhald meta tað sannlíkt, at tey keypa ella byggja hús í komandi ári.
Tilfeingisvinnur og annar ídnaður
Tilfeingisvinnur og annar ídnaður hava síðan kanningina í januar 2014 víst seg at síggja alsamt minni positivt á útlitini fyri millum annað framleiðslu, og vísitalið, ið er roknað miðaltal av nettotølum fyri framleiðsluútlit, bíleggingum og goymslu, er harvið eisini fallið og liggur undir langtíðarmiðal.
Metingin av prísum á sølumarknaðum vísir somu gongd, og sum ein avleiðing av hesum er tryggja arbeiði í tal av mánaðum eisini minkað í tíðarskeiðnum.
Byggivinnan
Uppgjørd búskaparlig hagtøl annars vísa, at virksemið í byggivinnuni hevur verið stórt í nøkur ár, og metingarnar hjá vinnuni sjálvari um t.d. avmarkingar og tryggja arbeiða benda á, at virksemið er í hæddini. Í spurninginum um, hvørjar framleiðsluavmarkingar eru í vinnuni í løtuni hava meira enn helmingurin av spurdu byggifyritøkunum í seinastu 5 kanningunum svarað, at mangul á arbeiðsmegi er avmarkandi.
Og serliga merkisvert er hesaferð, at í miðal hava spurdu byggifyritøkurnar tryggja arbeiði í 14 mánaðir fram í tíð, ið er tað mesta í mun til undanfarnar kanningar.
Handilsvinnan
Vísitalið fyri handilsvinnuna, ið er roknað miðal av nettotølum fyri spurningar viðvíkjandi virksemisgongd ávikavist farna og komandi árið, umframt stødd á vørugoymslu í løtuni, hevur í seinastu 5 kanningunum víst vaksandi trend og hevur ligið omanfyri langtíðarmiðal.
Handilsvinnan metir í miðal vøkstur í vørukeypi og –sølu í komandi ári og sum avleiðing av hesum meta fleiri handilsfyritøkur hesaferð í mun til seinast, at tørvur á arbeiðsmegi veksur komandi 12 mánaðirnar.
Í mun til tvær tær seinastu kanningarnar undan hesari, meta fleiri tænastufyritøkur hesaferð, at umsetningurin 12 mánaðir afturlítandi hevur verið vaksandi. Til spurningin um fyritøkan væntar sama, størri ella minni eftirspurning í komandi árið, svarar minni partur av spurdu tænastufyritøkunum hesaferð í mun til seinastu kanning, at umsetningurin økist.

Sí kanningarúrslitini í talvum í Hagtalsgrunninum.

— o —

Tað eru 3 týðandi hugtøk, ið nýtt verða í konjunkturbarometrinum, hesi eru nettotal, vísital og samanvigað vísital.

Nettotal
Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning, og niðanfyri eru tvey dømi sett upp, ið lýsa munin í útrokning av nettotali í mun til ymsar svarmøguleikar.

Dømi 1:
Ein spurningur í kanningini til tænastuvinnuna hevur orðingina “Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?”.

Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru tríggir: 1) Vaksandi, 2) Óbroyttur og 3) Minkandi.

Tá allar umleið 30 tænastufyritøkurnar hava svarað, kann %-býti av svarmøguleikunum síggja soleiðis út:

– Vaksandi: 52
– Óbroyttur: 46
– Minkandi: 2

Hetta gevur eitt nettotal fyri spurningin á 50. Tað merkir, at 50 prosentstig fleiri (52 minus 2) svaraðu játtandi enn sýtandi. Tey, sum svaraðu, at eftirspurningurin hevur verið óbroyttur, verða soldaði frá.

Dømi 2:
Ein spurningur í kanningini til brúkararnar hevur orðingina “Hvussu hevur fíggjarliga støðan broytt seg hjá tínum/tykkara húsarhaldi seinastu 12 mánaðirnar?”.

Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru 1) Nógv betur, 2) Nakað betur, 3) Óbroytt, 4) Nakað verri, 5) Nógv verri og 6) Veit ikki.

Tá allir uml. 500-550 brúkararnir hava svarað vegna sítt húsarhald, kann %-býtið av svarmøguleikunum t.d. síggja soleiðis út:

– Nógv betur: 3
– Nakað betur: 16
– Óbroytt: 49
– Nakað verri: 25
– Nógv verri: 6
– Veit ikki: 1

Í hesum føri verður býti av svarmøguleikunum vigað. “Nógv betur” telur 1, “Nakað betur” telur 0,5, “Nakað verri” telur -0,5 og “Nógv verri” telur -1. Tey, sum ikki vita og tey, sum siga, at fíggjarstøðan er óbroytt, verða soldaði frá. Nettotalið verður í døminum 1 x 3 + 0,5 x 16 – 0,5 x 25 -1 x 6 = -8.

Eitt nettotal kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

Vísital
Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður eitt vísital roknað.

1. Vísitalið fyri brúkarakanngina verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 4 spurningum:
– Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
– Hvussu metir tú gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
– Hvussu metir tú arbeiðsloysi broytist næstu 12 mánaðirnar? (negativt fortekn)
– Hvussu sannlíkt er tað, at tú/tit koma at spara pening upp næstu 12 mánaðirnar?

2. Vísitalið fyri kanningina av tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
– Hvussu meta tit um samlaðu bíleggingarnar í løtuni?
– Hvussu er við goymsluni av lidnum vørum í løtuni? (negativt fortekn)
– Hvussu vænta tit at gongdin í tykkara framleiðslu fer at verða komandi 12 mánaðirnar?

3. Vísitalið fyri kanningina av byggivinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 2 spurningum:
– Metir tú, at tykkara samlaðu bíleggingar í løtuni eru …?
– Hvussu vænta tit, at tørvurin eftir arbeiðsfólki broytist komandi 12 mánaðirnar?

4. Vísitalið fyri kanningina av handilsvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
– Hvussu hevur gongdin í virkseminum/søluni hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
– Hvussu metir tú, at støddin á vørugoymsluni er í løtuni (í mun til vanliga stødd)? (negativt fortekn)
– Hvussu kemur gongdin í virkseminum/søluni væntandi at vera komandi 12 mánaðirnar?

5. Vísitalið fyri kanningina av tænastuvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
– Hvussu hevur gongdin hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
– Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?
– Hvussu vænta tit, at eftirspurningurin (í umsetningi) broytist komandi 12 mánaðirnar?

Eitt vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

Samanvigað vísital
Við støði í vísitølunum frá øllum fimm kanningunum verður eitt samanvigað vísital roknað við fylgjandi vektum:

1. Vísital frá brúkarakanningini: 20%
2. Vísital frá kanningini av tilfeigisvinnum og øðrum ídnaði: 40%
3. Vísital frá kanningini av byggivinnu: 5%
4. Vísital frá kanningini av handilsvinnu: 5%
5. Vísital frá kanningini av tænastuvinnuni: 30%

Eitt samanvigað vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

Myndin er frá lv.fo Marknagilsdepilin