Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) bjóðar til almennan kunningarfund um nýggju strategiina fyri framtíðarvirksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Fundurin verður týskvøldið 5. juli 2016 kl. 19 í miðhøllini á Skúlatrøð
Tann 1. januar 2015 varð Heimatænastan og Eldraøkið flutt frá landinum til kommunurnar at umsita. Kommunurnar í Norðoyggjum vóru samdar um ikki at fremja stórar broytingarnar í fyrstu syftu, men valdu at nýta tað fyrsta árið at læra økið at kenna.
Nú er hálvtannað ár liðið síðani yvirtøkuna. Í hesum tíðarskeiðið hevur stýrið fyri NBH skipað fyri dialogfundum við brúkarar, avvarðandi, starvsfólk og fakfólk, samstarvað verður við. Somuleiðis varð skipað fyri umfatandi nøgdsemiskanning, har øll starvsfólk, allir brúkarar og ein avvarðandi fyri hvønn brúkara vórðu spurd um núverandi tænastur, og hvørji ynskini vóru fyri framtíðar virksemið hjá NBH.
Suni Poulsen, sálarfrøðingur, hevur staðið fyri dialogfundunum, meðan greiningarfyritøkan Lóður hevur gjørt nøgdsemiskanningina. Starvsfólkini hjá NBH eru kunnað um úrslitini frá nøgdsemiskanningini, og hava tey fingið høvi at siga sína hugsan á kunningarfundum, sum hava verið á øllum eindunum í NBH.
Við støði í dialogfundunum, nøgdsemiskanningini og kunningarfundunum fyri starvsfólk er nú løgd ein nýggj strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH.
Stýrið fyri NBH hevur tikið undir við og samtykt strategiina, sum verður løgd fram á Skúlatrøð týskvøldið komandi. Á fundinum verður eisini kunnað um úrslitini frá dialogfundunum og nøgdsemiskanningini.
Skrá fyri kunningarfundin:
Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari fyri NBH, bjóðar vælkomin og greiðir frá tilgongdini
Suni Poulsen, sálarfrøðingur, leggur fram frá dialogfundunum
Heri á Rógvi, Lóður, leggur fram úrslit frá nøgdsemiskanningi
At enda greiðir Jógvan Skorheim, stýrisformaður, frá nýggju strategiini fyri framtíðarvirkseminum hjá NBH
Aftaná framløgurnar verður kaffi og køka.
kelda: klaksvik.fo 01-07-2016