Mánadagin 5. juli kemur bókin “Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar,” sum Óli Samró, búskaparfrøðingur og fiskivinnuráðgevi, hevur skrivað. Bókin lýsir, hvussu fiskivinnan kring heimin er skipað, og hvussu ymisku fiskivinnuskipanirnar virka og roynast á heimsins høvum.
Óli Samró arbeitt 25 ár við fiskivinnuviðurskiftum
Í framløguni segði hann millum anna at tað vóru sera nógvar ymiskar fiskivinnu skipanir í heiminum.
Eisini vísti hann at hetta var reinur politikkur: Um ein politikkari kundi fáa uppskot í gjøgnum um motorveg ella eitt sjúkrahús so kundi hann stemma fyri tí uppskotsstillara í hevði lagt uppskot fram um fiskivinnureform. Talan var ikki um objektiv búskaparlig viðurskiftir ella lívfrøðið, men um politikk. Gott hálvt hundrað fólk vóru komin saman til framløguna í Klaksvík.
Stutt videobrot frá fundinum frá TV24
Fiskivinnuframløga Óli Samró-juli2016 from 24fo.net on Vimeo.