Seinastu mongu árini er farðin fram ein vinnupolitikkur í áhaldandi hevur gjørt umstøðurnar hjá fleiri vinnurekandi í fiskivinnuni mestsum púra ógjørligar. Hetta hevur ført til stóra frágongd í okkara høvuðsvinnu, ið nú er um at fara fyri bakka. Eg havi nú í yvir 20 ár arbeitt við fiskivinnupolitikki og fleiri ferðir verið í Vinnunevndini hjá Løgtinginum og greitt frá gongdini og útlitini hjá teimum feløgum í reka húkaveiðu, og í dag kann eg staðfesta at tað sum eg hava ført frám tíðanverri er gingið út.
Í áravís hava politikarar avlaga alla fiskivinnuna og skjert og skjert, samstundis sum hetta hendir er ein glíðing farin fram har Fiskimálaráðið hevur økt munandi um møguleikarnar hjá trolaraflotanum. Ógvusligar skerjingar hjá Húkaflotanum og áhaldandi fokus á hesar skipabólkar hevur ført til, at hesi skip eru í stórum trupulleikum.
Tann áhaldandi niðurpíning av feløgum í reka húkaveiðu hevur ført til, at eigarar hava verið noyddir at selja síni vinnutól ella broyta eigaraviðurskiftini munandi. Útróðrur er mestsmum heilt steðgaður upp.
Tað er ein sannroynd at tað er sera lítil roynd eftir toski og hýsu á Føroyagrunninum. Eisini kann staðfestast at flestu feløg í reka fiskivinnu eftir toski og hýsu hava veri í kreppu í mong ár orsaka av prísgongd, og lítið av fiski undir Føroyum og harvið væntandi inntøku til manning og reiðaríð. Hetta hevur so aftur ført til, at flotin eisini hevur havt manningartrupulleikar, sum so aftur hevur ávirka raksturin negativt. Roknskapargreiningar av úrslitinum hjá Línuskipum prógva í ríkiligt mát, vánaligu gongdina hjá hesum feløgum seinastu mongu árini.
Í dag eru tað heilt fá Línuskip og útróðrarbátar eftir. Løgtingið hevur góðtikið at skorið umleið 100 dagar frá hvørjum (skipið) felag í eiga Línuskip. Hetta er gjørt uttan endurgjald. Umframt hetta, so eru hendar stórar økisfriðingar. Skipini verða tvinga at landa stórstað partin av veiðuni í Føroyum, har prísirnir kunnu verða verri enn uttanlands. Vit kunnu ikki lána dagar millum skipini ella leiga tí 60% brúksskilda er galdandi. Hetta hevur ført til at 10 skip eru farin úr flotanum og minst 150 mans eru færri í bólkinum línuskip.
Feløg í fiska tosk og hýsu mangla 1,8 – 2 milliardir í umsetningi seinastu 8 árini.
Frá 2008 til 2015 manglar flotin í fiskar tosk og hýsu umleið 1,8 milliard til 2 milliardir í toska & hýsu veiðu í krónum. Tað eru einar 225 til 250 milliónir krónur um árið í 8 ár. Her er rokna við miðal er eina 450 milliónir kr um árið.
Frá 2004 til 2013 eru 1.812 færri størv í fiskivinnu og flakavinnuni.
Tað at tað eru 1.812 fólk færri í fiski- og flakavinnuni á landi sæst sjálvandi aftur í búskapinum, tó at 350 av hesum kunnu hava fingið starv í ali- & krivjivirkjum, so er tað ein sannroynd at 1.462 løntakarar færri í hesum trimum vinnugreinum føra til færri inntøkur til landskassan tí virksemið í avleiddum vinnum lækkar.
Tá fyrr so týðandi vinnur skrambla saman, so ferð hetta eisini at merkja minni kapping millum fiskakeypararnar møguliga minni innovatión á virkjunum eisini og verri úrtøku til sjómannin.
Men tað sum er mest álvarsamt í hesum er, at um tað framhaldandi fara omanfyri 100 sjómenn úr fiskivinnuni um árið, so er tilgongdin til maritima økið so lítil at okkara støða sum maritimt land er í vanda og harvið missa vit risa inntøkur tí færri verða at fara við føroysku skipunum ella til Noregs ella onnur lond at fiska ella at arbeiða í frálandavinnuni. Heldur hendan ónatúrliga gongdin fram so fer at svíða onkustaðni.
Tað er lætt at tosa um útróðrarmannin og fiskimannin meðan hesar vinnugreinar fella fullkomiliga saman í tosinum um eigaraform og tilfeingisgjøld, tað er onkur ið hevur sovið í tímanum og at skylda uppá landsstýrisfólk er royn undanførsla. Tá Løgtingið hevur gloymt, at tað hevur lóggevandi valdið, tá er illa stætt í einum demokratiið.
Havstovan skilur ikki samband millum botnfisk og uppisjóðarfisk – Húkaflotin eigur ongan góðan
Tað eru fleiri persónar í Føroyum í hava víst á at tað er neyvt samband millum støðuna hjá botnfiskastovnunum og stóru nøgdirnar av sild og makreli í føroyskum sjóøkið , føðin er í stóran mun tann sama, og eru tað eisini kanningar uttanlanda í vísa á, at sild og makrelur eta rogn og fiskaingul og sjálvsagt reyðæti.
Men tá man ikki vil kennast við grundleggjandi lívfrøðilig viðurskiftir men heldur vil Havstovan og Løgtingið hjálpa stórkapitalinum og lata útróðrarmannin og línumannin verða við sviði soð. Húkaflotin eigur í dag ongan í politisku skipanini, ið veruliga hevur áhuga í at bjarga hesum feløgum og skipum og hesi mentan. Hví royna politikkarar av øllum alvi at drepa húkaflotan ? .
Rættartrygdin fokin
Tá mynduleikin ár eftir ár kann luta út nýggj fiskirættindi undir Føroyum til so ymisk feløg so sum rækjutrolarar, trolbátar og partrolarar og als ikki kann kompensera feløg í reka húkaveiði fyri veldugum níðurskurðið í døgum og við økisfriðingum so er grundleggjandi galið við rættartrygdini hjá feløgum sum virka á Føroyagrunninum.
At geva til dømis partrolararunum umleið 100 milliónir krónir í meir umsetningi við makrelrættindum, samstundis sum ført verður fram at útróður og feløg í reka línuskip ikki hava rætt til sama tilfeingi er heilt óskiljandi. Støðan hjá húkaflotanum er eins torfør sum hjá teimum í veiða upsa við troli.
Ein av grundarsteinum í fiskivinnulógini, leggur upp til, at tey feløg ið verða rakt av niðurskurði, kunnu fáa nýggj rættindi um hesi eru tøk hjá landinum. Men hesin parturin av lógini verður als ikki nýttur.
Fiskivinnulógin byggir á, at tað eru teir persónar og feløg í hava veiðurættindiundir Føroyum ið kunnu virka her. Tí er ikki talan um skip ella skipabólkar, men um partafeløg ella persónar. Tí er nú neyðugt at løgtingið viðgerð truplu støðuna sum feløg í veiða botnfisk eru í. Og tí er tosið um fiskidagar púra óviðkomandi. Vit vilja vita hvussu okkara feløg kunnu yvirliva.
Ápartheid í Fiskivinnuni
Í dag kunnu vit staðfesta, at tað er apartheid í føroysku fiskivinnupolitikkinum og er tað ein sannroynd at umsiting og politikkarar í dag ikki vilja kennast við og meta tað neyðugt at hava eina fiskivinnu ið kan veita fiskavirkinum, húkaveiddan tosk og hýsu
Innan línuvinnuna hava vit bílig skip ið skapa nógv virksemið um hesi eru í vinnu. Línuveiða er ein serlig mentan og hevur hetta havt sera stóran týdning fyri nógv økir ið Føroyum og samfelagið sum heild. Um alivinnan og uppisjóðarvinnan fáa niðurgongd og vit ikki finna olju við Føroyar, ja so verður svángligt í Føroyum tá húkaflotin ikki verður førir fyri at loysa aftur orsaka av politiskari vanrøkt.
Eitt er at drepa húkaflotan, men niðurlaðing av tilgongd til sjóvinnuna verður landinum ein dýrur lærupeningur.
Tað eru politiskir flokkar sum vilja reformera vinnuna, men sum Óli Samró vísir á, so verður tað altíð stórkapitalurin í ferð við bestu rættindunum. Kapitalurin finnur altíð inn til vinnuna. Eisini vísir hann í framløgu á at fiskivinnupolitikkur er ikki annaleiðis enn annar politikkur, fái eg ein motorveg so hjálpi eg tær við fiskivinnulógini ella fái eg eitt sjúkrahús so skal tú nokk fáa tín fiskivinnureform ígjøgnum.
Støðan í Danmark er í dag tann at øll vesturstrondin við fiskivinnubýum er deyð, smiður, handlar og sethús er einki verd, tí man hevur sentralisera rættindi á fáum hondum.
Eitt er at mynduleikin í Føroyum útlutar milliarda rættindi til nakrar fáar og so tá landið ikki førir nakran arbeiðsmarknaðar- ella vinnupolitikk so mugu hesu feløg sum verða undirdygd í skattum og avgjøldum eisini byggja landi upp við at byggja nýggj uppisjóðarvirkir samstundis sum hesi feløg ikki standa modell til at botnfiskaflotin fer fyri bakka og tí hjálpa hesi feløg eisini har, soleiðis at vit framhaldandi kunnu hava ein fjøltáttaðan flota. Fyrst mugu teir uppihalda stórum parti av almenna geiranum og so føra arbeiðsmarknaðar- og vinnupolitikk fyri at liviligt skal vera í hesum landi. Hetta ber ikki til og tí má løgtingið lóggeva so rættarstøðan hjá øllum persónum ella feløg í reka fiskivinnu eru eins.
15 juli 2015
Óli M. Lassen, siviløkonomur & reiðari