Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Framherji goldið 23 og ikki 35 milliónir

Savnsmynd 24.fo

Fyri stuttum varð roknskapurin hjá Framherja almennur, og í tí sambandinum eru tíðindi borin um, at reiðaríið í skattum og avgjøldum hevur rindað 35,2 milliónir krónur til landshúsarhaldið í 2015. Hetta skrivar Føroya Fiskimannafelag á heimasíðuni sum vit endurgeva.

Fagraberg (mynd av heimasíðuni hjá Framherja).
Tað er ikki heilt rætt, tí av teimum 18,6 milliónum krónunum, sum reiðaríið sambært roknskapinum hevur goldið í tilfeingisgjaldi, hava manningarnar goldið ein lítlan triðing – slakar seks milliónir krónur. Í roknstykkinum hjá reiðarínum eru eisini 6,8 milliónir krónur í útsettum skatti – pengar sum altso ikki eru goldnir – taldar við í skattaroknistykkið.
Tískil hevur Framherji ikki goldið góðar 35 milliónir krónur í skattum og avgjøldum. Sambært almennu roknskapartølunum hevur felagið hinvegin goldið:

  • 70 prosent av samlaða tilfeingisgjaldinum á 18.6 milliónir krónur. Tað gevur 13 milliónir krónur.
  • 7,1 millión krónur í partafelagsskatti.
  • 2,7 milliónir krónur í tilfeingsskatti.

Tað gevur tilsamans slakar 23 milliónir krónur.
Sp/f Framherji átti í 2015 uppsjóvarskipini Fagraberg og Høgaberg og flakatrolaran Akraberg, og umvegis dótturfeløg eisini línuskipini Stapan, Sigmund og Mascot.

mynd forsíða 24.fo