Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Illgruni er um sjúkuelvandi ILA virus

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í sambandi við regluligu kanningarnar av alibrúkunum, fingið úrslit, sum vísa at illgruni er um at sjúkuelvandi ILA virus er í A-73, Hvannasund Norður, sum Bakkafrost eigur. Hetta skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuni.

Illgruni er um sjúkuelvandi ILA virus í aliøkinum A-73, Hvannasund Norður. Nærri kanningar eru neyðugar til tess at staðfesta ella avvísa illgrunan. 
ILA virus, eisini nevnd ISA virus (Infectious Salmon Anemia virus), er ein virus, sum rakar laks og einstøk onnur fiskasløg. Tveir variantar av ILA virus finnast, tann ikki-sjúkuelvandi, ILA HPR0 varianturin og tann sjúkuelvandi varianturin, ILA HPR-del.

ILA virus hevur ongan týdning fyri fólkaheilsuna.

Kanningar, gjørdar við PCR, benda á, at tann sjúkuelvandi varianturin, HPR-del, er at finna á aliøkinum A-73, Hvannasund Norður.

Av tí at PCR kanning verður positiv um so er at DNA frá nevndu virus er til staðar, er neyðugt at staðfesta, at hetta DNA veruliga stavar frá livandi virus.

Í morgin verða neyvar kanningar gjørdar fyri at kanna, um ILA virus eru til staðar. Í løtuni ber ikki til at siga við vissu nær endalig støða kann verða tikin. Kanningarnar kunnu verða lidnar eftir tveimum døgum, men kunnu eisini taka fleiri vikur, alt eftir hvussu skjótt ein evt. virus mennist.

Í morgin, fríggjadagin, verða nærri kanningar gjørdar fyri at avvísa ella staðfesta henda illgruna. Tað kann taka eitt sindur av tíð, áðrenn endalig úrslit fyriliggja.

Longu nú verða smittuverjandi tiltøk sett í verk. Hetta fyri at binda um heilan fingur, um so er at kanningarnar staðfesta, at ILA virus er til staðar.

Fyribils verður eingin útgerð flutt frá A-73. Allur flutningur av aliútgerð ella fiski til og frá øðrum alibrúkum nærhendis A-73, verður gjørdur soleiðis, at neyðug frástøða verður hildin frá A-73.

Mint verður á, at tað til einhvørja tíð er bannað at fiska inni á aliøkjum. Av tí at illgruni er um sjúkuelvandi ILA virus, er bannað at fiska í einari fjarstøðu upp á 1000 metrar at rokna frá flótandi alienleggunum.

Avmerkingar av aliøkjum eru at finna á www.kortal.fo, vel “aliøki”. Sí eisini niðanfyrstandandi mynd.

Kelda: hfs.fo – tilvildarlig savnsmynd 24.fo aling