Yngul- og ætikanningarnar hjá Havstovuni í 2016 eru nú loknar.
Færri sløg av fiskayngli vórðu veidd á Landgrunninum enn vanligt, men væl var til av teimum flestu sløgunum; meira var m.a. av toska- og hýsuyngli enn tað hevur verið í fleiri ár og nøgdirnar vóru beint yvir miðal. Nevnast skal, at ongantíð síðani tað í 1974 varð farið undir tær fyrstu yngulkanningarnar, hevur so nógv verið at fingið av nebbasild sum í ár.
Sjóvarhitin á Landgrunninum í ár var um miðal hesi seinnu árini. Gróðurin á Landgrunninum var nakað undir miðal. Lítið var av djóraæti, men viðvíkjandi sløgunum av djóraæti er ein broyting hend, ið allarhelst er til tað betra. Tann stóra yvirvágin av slagnum Temora longicornis, sum hevur verið á Landgrunninum síðani 2010, er nú minkað munandi í ár; hetta slagið tykist at hava lítið føðsluvirði fyri fiskayngul. Í staðin er eitt annað slag, ið nevnist Acartia, aftur vaksið í tali; hetta slagið er góð føði hjá fiskayngli.
Hetta er annað árið á rað við nøktandi nøgdum av toska- og hýsuyngli á Føroyabanka, eftir eitt sera soltið tíðarskeið upp á 9-10 ár. Samanborið við í fjør var tó nakað minni av fiskayngli á Bankanum, og var hann yvirhøvur smáttfallandi. Á Føroyabanka var sjógvurin sum vanligt um 1 hitastig heitari enn á Landgrunninum. Væl var av plantuæti, meðan nøgdin av djóræti ikki var av tí mesta; sløgini av djóraætinum vóru góð føði hjá fiskayngli.
Yngul- og ætikanningar eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.
Frágreiðing um túrin sæst við at trýsta her.
Nøgd (víst sum indeks) av nebbasildayngli á Landgrunninum síðan 1974. |