Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Kaos í lufthavnini í Rom (sjá myndir)

Í morgun stóðu langar røðir av fólkið uttanfyri fráfaringarhøllina í lufthavnini í ROM orsøkin er at internetið er farið. myndir niðast í greinini.

Nú klokkan 12.30 eru framhaldandi nógv fólk uttanfyri fráfaringarhøllina og sleppa fólk ikki inn sum skulu tjekka inn seinri í dag. Bert tey fólk ið skulu flúgva um nakrar fáar tímar sleppa inn.

Ferðslan leidd vekk

Av tí at fleiri 1000 ferðafólk standa uttanfyri terminalin hevur løgreglan eisini valt at leiða ferðsluna vekk frá økinum

Strong trygdareftirlit

Her er nógv løgreglufólk og sjúkrabilar standa eisini her, tí hitin er nógvur. Helikoptari hevur eisini veri í luftini fyri at kanna alt umráðið og nokk eisini fyri at hyggja eftir ferðsluni. Løgreglufólk hava deilt vatn út og støðan er góð í góðveðrinum uttanfyri lufthavnina. Tey í skulu flúgva umleið klokkan 17.00 sleppa inn um eini 2 tímar. So viðurskiftini eru spakuliga við at koma í rættlag aftur.

 

Dagførig

Nú klokkan 16.50 kunnnu vit staðfesta at fleiri fráferðir eri seinkaðar úr Leonardo Da Vinci Fiumici