Home Fólk & Samfelag Harra løgmaður, kom út úr buskinum !

Harra løgmaður, kom út úr buskinum !

by OML

Um løgmaður Aksel Jóhannesen saman við umboðunum fyri javnaðarflokkin í norðurøkinum taka undir við, at Sjúkrahúsverkið skal hava eina leiðslu, so eiga tit at koma út úr buskinum og siga tað. Tey sum  valdu tykkum og allir Norðoyingar annars hava rætt til at vita, hvar tey hava tykkum í hesum máli.Klaksvíkar SjúkrahúsNorðoyingar hava eisini rætt til at vita, um tit klára at liva við, at arbeiðssetningurin ikki bleiv yvirhildin í tilmælinum, ella : Eru tit líkasæl ?  hvar er rættvísiskenslan, nú tit sita í samgongu ?

Tað hevur verið sera friðarligt á portalunum frá umboðum úr norðurøkinum, sum ongantíð fyrr. Nú sum ongantíð fyrr hava norðoyingar  brúk fyri uppbakningi frá teimum, sum tey til seinasta val settu sítt álit á.  Hesi  skjóta seg undir, at stríðið skal vinnast í løgtinginum og ikki í fjølmiðlunum, men tøgnin er larmandi.  Hvar eru umboð okkara, í hesum fyri okkum,  sera tíðandi máli  ?

Harra løgmaður,  gloym ongantíð , at tað vóru norðoyingar, sum av fyrstum stóðu saman um, at tú skuldi blíva politikari, meðan tú enn var eitt óskrivað blað í politikki.

Norðoyingar vóru spentir og glaðir fyri henda mann, tey høvdu sett sítt álit á. Men tá hesin fekk størri ávirkan,   var eitt tað fyrsta hann gjørdi at flyta føðideildina til Havnar. Eitt av úrslitunum av hesum bleiv,  at nógvir norðingar nú til  “skræk og adsvarsel”  koma til verðina  við vegjaðaran,  á veg til landssjúkrahúsið.

Nú er hesin  sami politikari blivin løgmaður.  Norðoyingar eru enn spentir uppá, hvat teirra løgmaður fer at gera. Nei,  ikki eitt kis hoyrist   frá løgmanni,  í hesum sera spenta máli fyri norðoyingar í løtuni.

Eitt er vist og tað vita vit øll og  eisini harra løgmaður, Aksel Jóhannesen. Blívur talan um eina leiðslu fyri øll trí sjúkrahúsini, so er liðugt.   Fær henda ´menningarætlan´ sítt vælsignilsi frá løgmanni ?   Tað næsta sum hendir er, at henda eina leiðslan  avger, at ongin tilbúgving skal verða  á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Fer  løgmaður tá at skylda uppá hesa einu leiðsluna, at tað er hon sum tekur avgerðir og ikki hann sum løgmaður ?  Ella við øðrum øðrum, mamma mamma tað var ikki eg….

Harra løgmaður,  kom út úr buskinum í hesum máli og traðka í karakter !!  Fortel teimum sum  valdu teg her norðuri og øllum  norðoyingum annars,  hvar tey hava politikaran, sum tey valdu og sum bleiv løgmaður.

 Ríkidømið út í hvønn krók ?

Hvat bleiv av herrópinum aðrenn valið, at nú skuldi ríkidømi í Føroyum  út í hvønn krók í landinum. Nú  skuldi rættvísi og opinleiki  innaftur í føroyskan  politik. Alt skuldi deilast so javnt millum føroyingar Føroyar. Vóru hetta bert tóm orð, orðavendingar sum ljóðaðu væl, men uttan  hald í veruleikanum ?  Er norðurøkið nú ikki eingang ein krókur í landinum, hvat bleiv meint við hvønn krók.  Klaksvíkar Sjúkrahús hevur í øllum førum  sera stóran og avgerandi týdning fyri okkum, sum her búleikast  og onnur við eisini.

Nú sita vit øll spent og bíða eftir, hvønn týdning  orðini hjá løgmanni áðrenn valið høvdu,  at nú skuldi ríkidømi í landinum út í hvønn krók  !

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingslimur

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.