Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Hvør eigur fiskin

Sum samfelag mugu vit koma víðari og ber tað ikki til, at fólk runt allar Føroyar tosa um at tey eiga fiskin og at hesin er ogn Føroya Fólks. Fiskivinnan verður brúkt sum politisk kastibløka fyri at tekkjast egnum veljarum heldur enn at fáa alla vinnuna at virka.

Vit hava tey seinastu mongu árini sæð at serliga tey í einki hava við fiskin at gera kenna seg at eiga part av hesum tilfeingi og í onkrum førum hesum ríkidømi.

Fiskivinnusøgan fram til 2010 vísir greitt, at tað er einki gullnám at verða í fiskivinnuni. Tó so,  finnast einstøk undantøk í eitt nú uppisjóðarvinnuni.

Tað undrar tí nógv tá fjøld av fólkið áhaldandi setur fram sjónarmið um at reiðarin hevur fingið fiskin fyri einki. Støðan fram til 2010 er í flestu førum tann, at skip og rættindi eru keypt frá  t.d. einum peningastovni ella einum reiðara ið ætlar sær úr vinnuni. Talan hevur aloftast verið um keyp av gomlum skipum og sum nevnt so vita tey í kenna til fiskivinnusøguna, at tað eru kanska fleiri sorgarsøgur um tvingsilsavtøkur v.m. enn tað eru søgur um reiðaríðir í eru seld við góðum vinningi.

Støðan í 2010

Í 2010 hendir so tað at Fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard og reiðarafelagið verða samd um at neyðugt er at royna at fiska meiri uppsjóvarfisk undir Føroyum og áseta okkum egna makrelkvotu, uttanfyri tær vanligu strandalnadasamráðingarnar. Hetta var neyðugt tí eingin botnfiskur var undir Føroyum.

Men við ásetan av nýggjum makrelrættindum í 2010 hendir ein fullkomin glíðing. Hesi rættindi verða lúta út í eyst og vest, har sera torfør er at síggja út frá hvørjum heimildum hetta verður gjørt,  og har húkaflotin mestsum ikki fær part í hesum rættindum. Her eru nýggj rættindi útluta og tá man politiskt favoritiserar ávís partafeløg / persónar er trupult at síggja hvar tann sakligi vinnupolitikkurin er.

Orsaka av politiskum hjálparloysi hevur landið kollsigld stóran part av heimaflotanum. Fyrst við økisfriðingum, niðurskurðum av døgum  og síðani við øktum avgjøldum, samstundis sum botnfiskaveiðan og prísir fullu munandi. Sjálvt um tað í fiskivinnulóggávuni eru greiðar heimildir at geva rættindi til feløg / skip í eru har rakt av friðingum v.m. .   Tey feløg sum ikki mistu skipini, hava fingið íleggjarar og er tað at fegnast um. Tað er hugaligt at stórreiðara vilja seta pening í, ein ikki lønandi skipaflota til heimafiskiskap.

Tað sum politiskt verður gjørt mótið teimum persónum og feløgum ið reka feskfiskaveiðu við Føroyar er ikki sæð áður í nøkrum framkomnum londum. Einki land í vesturheiminum uppførir seg soleiðis mótið týðandi vinnugreinum, og sum hartil eru reguleraðar sum eingin annar – eingin kann reka vinnuvirksemi undir teimum treytum heimaflotin fær bjóða. Sjálvt við ongari roynd á grunninum í fleiri ár, so er støðan tann sama hjá botnfiskastovnunum, og at halda at stórir uppisjóðarstovnar ikki ávirka liviumstøður og tilgongd til botnfiskstovnin má sigast at vera sera løgið.

Hvør eigur fiskin

Tað er sjálvandi landið ið eigur fiskin, harnæst fiskimaðurin og reiðarin. Tá tosa hevur verið um at onkur hevur fingið fiskin fyri einki, sjálvt um hesi rættindi mangan eru dýrt keypt, so er hetta sera løgið. Skip og rættindi eru just keypt undir marknaðartreytum ið vóru galdandi, tann dagin vinnutól og rættindi vóru keypt. Eins og í øllum øðrum vanligum handlum.

Tey í hava fingið nakað munagott ókeypis eru vit øll sum hava lisið. Vit hava fyrst fingið eina 2 til 3 ára miðnamsútbugving, so eini 3 til 7 ár útbúgving. Hartil lestrarstúðul, ferðastuðul, íbúðarstuðul,  v.m. Eru vit fólksins ogn ?.

Neyðugt er at greina hvør er sjómaður og geva teimum hóskandi vinnulig rættindi. Tað eru bert 10 línuskip í vinnu og einir 25 fult riknir útróðrarbátar. So um viljin er til tað, so er tað her man kan loysa trupulleikan um man vil flyta seg frá teori til verðuleikan.  Sjálvandi er tað landi, fiskimaðurin og reiðarin í eiga fiskin. Og tí er neyðugt at broyta orðaljóðið í lógini soleiðis at tað stendur alt havríkidømið er ogn landsins.