Home Fólk & SamfelagPolitikkur Klaksvík og umhvørvið

Klaksvík og umhvørvið

by OML

Í nógv ár hevur slagorðið hjá Klaksvíkar Kommunu verið “Reinur og fríður, Klaksvíkar býur”, men tíverri síggja vit dagliga afturstig. Fyri at fáa fólkið við, má kommunan ganga undan, so vit fáa ein ruddiligari bý og eitt reinari umhvørvi

Tað er takksamt at tosa og hava slagorð, annað er at fremja í verki, tað vit siga. Fyri Klaksvík verður meiri og meiri umráðandi, sum næststørsti býur, ið er framsøkin fiskivinnu- og ídnaðarbýur, at gera býin meiri hóskandi til komandi ættarlið. Andlit okkara úteftir má gerast reinari og vit mugu stramma upp á fleiri økjum. Hetta eigur at gerast, alt ímeðan vit í størri mun royna at gera okkum betur innan eldraøki, barnaansing, skúlaskap, mentan, eins og planlegging og útbygging av býnum.

Ein ruddiligari og reinari bý

Vit hava alt ov nógv órudd, ið liggur og sløðist, og harvið skemmar okkara vøkru náttúru. Seinastu árini hava vit upplivað stóran vøkstur av ferðamannaskipum, ið hava lagt inn í Norðhavnina. Hetta hevur verið eitt stórt og virðismikið framstig. Tað fyrsta hesi fólkini síggja, tá ið tey koma í land, er Grønhøvdi, ið gerst meiri og meiri meinlíkur einum ruskplássi, har alt meiri verður sett. Tað er ikki so sjáldan, at vit enntá síggja gamlar bilar við ongum nummarspjøldrum standa har. Hetta er stór skomm fyri okkum, sum eg fleiri ferðir havi gjørt vart við, alt meðan óruddið er økt.

Mítt uppskot er tí, sum eg eisini royndi at fremja í verki, tá ið eg sat sum borgarstjóri, at vit seta meiri pening av bæði í 2017, 2018 og 2019, so umsitingin fær betur umstøður at arbeiða við hesum so krevjandi máli. Hetta er møguligt, nú vinnan og borgarar hava gjørt, at skattainntøkurnar og aðrar inntøkur, eitt nú hjá Klakvíkar Havn, eru munandi øktar.

Útlát minkað við 20% í 2020
Eitt vit somuleiðis eiga at taka í størri álvara, er veðurlagsmál og veðurlagspolitikk, sum seinnu árini hevur staðið frammalaga á politisku dagsskránni. Málið er, at útlátið verður skert í minsta lagi 20% fram til 2020. Landsstýriskvinnan arbeiðir í løtuni við eini kunngerð á hesum øki.

Væl veit eg, at ein javnvág má finnast, ikki minst í einum býi, har nógv størsta vinnuliga grundarlagið er fiskivinnan og ídnaður. Taka vit t. d. Norðhavnina, so hava vit seinastu árini sæð fleiri og fleiri skip við bryggju, sum hava stóran týdning fyri Klaksvíkar Havn. Vit síggja í størri mun eisini útlendsk skip, ið vit hava lagt stórt arbeiði í fyri at fáa hendavegin. Vit kunnu ikki liva við, at fólk til tíðir ikki kunnu vera inni í egnum húsum ella ganga í náttúruni vegna dálkandi útlát og larm frá skipum, ið liggja við bryggju. Sum land og býur eiga vit at verja borgarar okkara ímóti hesum. Her skal eitt grundleggjandi arbeiði gerast, og her er nógv eftir at gera.

Hóast okkara lógarverk hevur nógv lýti innan umhvørvisvernd, so eiga vit sum kommunalur myndugleiki í fyrsta lagi at streingja á, so ferð kemur á hetta og í øðrum lagi rudda og fylgja upp hjá okkum sjálvum.

Broyting má koma í

Latið okkum taka felags lógvatak og gera bý okkara meiri livandi. Hetta er umráðandi bæði í vinnu og ídnaði, eins og á øllum økjum kommunan varar av. Hetta fer at gera býin meiri liviligan fyri komandi ættarlið og ikki minst, aftur at seta orðini “Reinur og fríður Klaksvíkar býur” í hásætið.

 Gunvá við Keldu

Býráðslimur

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.