Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fleiri enn 42.750 ferðafólk í juli – Hetta er met

Flogfar AA - Mynd 24.fo Tilvildarlig savnsmynd.

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways settu met í juli, tá fleiri enn 42.750 ferðafólk flugu við rutuflogførum og tyrlum samanlagt. Higartil í ár hava 175.800 ferðandi flogið við rutuflogførum og tyrlum tilsamans, ið eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár flugu tilsamans 175.800 ferðafólk við rutuflogførum og tyrlum hjá Atlantic Airways, og tað eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 162.100 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum. 41.000 ferðandi flugu við rutuflogførum hjá Atlantic Airways í juli, og tað eru 5 prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør, tá ið 39.200 ferðafólk flugu við Atlantic Airways.

Í juli hava tyrlurnar flogið 1.718 ferðandi, ið er 84% fleiri enn í juli í fjør, umframt at bjargingartyrlan hevur havt 70 útkøll higartil í ár, ið er meira enn alt árið í fjør. Alsamt lækkandi ferðaseðlaprísir og nýggj ferðamál úr Føroyum eru beinleiðis orsøkir til ferðafólkavøkstur við rutuflogførunum. Atlantic Airways eigur ein sera virknan leiklut í marknaðarføringini av Føroyum sum ferðavinnulandi, og er hetta eisini ein orsøk til vaksandi ferðafólkatøl.

Saman við góðum dugnaskapi hevur íløgan hjá Atlantic Airways í framkomnu innflúgvingarskipanina, RNP 0.1, roynst avbera væl í summar. Reglusemið var 100 prosent í juli, hóast nógvan mjørka nakrar av døgunum. Í juli varð flogið rættstundis í 90 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 6 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør. Í summar ber til at ferðast beinleiðis til og úr Føroyum fleiri enn 40 ferðir um vikuna til níggju ymisk ferðamál: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen, Edinburgh, Barcelona, Mallorka og Kreta. Vinaliga Atlantic Airways