Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at skerja fiskidagarnar hjá húkaflotanum og trolbátunum so nógv næsta ár, at tað verður ógjørligt at reka vinnuligan fiskiskap alt árið.
Ein av grundgevingunum fyri hesi skerjing er, at línuskip fiska av toska- og hýsustovnunum, sum sigast at vera illa fyri.
Tað er møguligt, at hesir gýtingarstovnarnir áður hava verið størri, men partrolararnir og lemmatrolararnir verða ikki skerdir yvirhøvur, hóast teir bæði í 2015 og higartil í 2016 hava fiskað á leið tað sama av toski við Føroyar, sum línuskipini.
Tí er tann grundgevingin tikin úr leysum lofti.
Eisini ætlar landsstýsismaðurin í fiskivinnumálum at núverandi fiskiár skal vera grundarlag undir útluting av eykadøgum næsta fiskiár.
Harvið hava trolbátar og húkaflotin arbeitt í blindum í hesum fiskiárinum, tí ongin okkara visti, at brúktir dagar í ár vera grundarlag undir eykadøgum næsta ár.
Almennu Føroyar hava áður sagt, at tað er ógvuliga ringur fyrisitingarsiður at lóggeva við afturvirkandi kraft. Men tað er júst tað, sum ætlanin er at gera.
Tí eru ikki aðrir møguleikar hjá húkaflotanum og trolbátunum enn at skipa fyri limafundi og taka neyðug stig at gera vart við henda trupulleikan, ið ætlanin er at leggja omanyvir tann partin av flotanum, sum annars hevur hingið í tey seinnu árini undir sera ringum korum.
Og teir fáu glottar, sum vit hóast alt hava sæð í fjør og í ár, verða nú tiknir burtur við einum ógrundaðum pennastroki.
Kristian Martin Petersen
Kunngerðin í KVF og á Rás 2 er soljóðandi:
Limafundur í sambandi við ætlaða skerjing av fiskidøgum næsta fiskiár
Limafundur fyri allar limir í Felagnum Línuskip, Felagnum Trolbátar og Meginfelag Útróðrarmanna verður á Hotel Runavík mikudagin 3. august kl. 11.00. Á skránni verður nýkomna støðan um ætlaða skerjing í fiskidøgum viðgjørd. Eisini verður støða tikin til møgulig átøk hesum viðvíkjandi.
Felagið Línuskip
Felagið Trolbátar
Meginfelag Útróðrarmanna