Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Nú er Cliff Richard í Føroyum

Cliff Richard lendi seinnapartin í Vágum. Hóskvøldið spælir hann konsert á Summar Festivalinum

Í nógv ár hava nógvir føroyingar ynskt sær vitjan av poppstjørnuni Cliff Richard, og nú er tann vitjanin blivin veruleiki.

Seinnapartin lendi privatflogfar við Cliff Richard umborð á flogvøllinum í Vágum. Cliff var í góðum hýri, tá ið hann kom í land, og hann veittraði blíður til fólk, ið royndu at fáa eygað á hann.

– Eg gleði meg sera nógv til at hava konsert í Føroyum, sigur Cliff Richard í heilsan til føroyingar.

Cliff Richard telist millum størstu stjørnur í tónleikasøguni, og nú hevur tað eydnast Summar Festivalinum at fáa Cliff Richard til Føroya. Cliff Richard skal spæla á Vágsbøi í Klaksvík hóskvøldið kl. 22:00.