Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Norðoya Sparikassi 9,6 milliónir í avlopi fyrra hálvár

Úrslitið eftir skatt í fyrra hálvár 2016 var eitt avlop á 9,6 mió. kr., móti 6,2 mió. kr. sama tíðarskeið í 2015. Hetta er ein øking upp á 3,4 mió. kr.

Virksemið økist

Vøksturin í útlánum og ábyrgdum var 3,2 % ella 53,9 mió. kr. Útlánini øktust úr 1.598 til 1.646 mió. kr., og ábyrgdirnar øktust úr 63,6 mió. kr. upp í 69,5 mió. kr.

Vøksturin í innlánum var 3,4 % ella 66,9 mió. kr. – úr 1.973 mió. kr. upp í 2.040 mió. kr. Innlánsavlopið øktist aftur í fyrra hálvár 2016 – hesaferð við 19 mió. kr. og var 395 mió. kr.  pr. 30. juni 2016.

Líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum er 5 %. Sparikassin hevur seinastu árini merkt stóran áhuga fyri at seta pening í ábyrgdarfæ. Samlaða ábyrgdarfæið var pr. 30. juni kr. 17.331.000, móti kr. 16.470.000 við ársbyrjan 2016. Hetta er ein øking upp á kr. 861.000, ella 5,2 %

Gjaldføri og solvensur

Gjaldførið er gott. Pr. 30. juni 2016 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 169 %.

Eisini solvensurin er góður. Pr. 30. juni 2016 var solvensurin 18,1 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 9,1 %. Harvið var solvensyvirdekningurin 9 % -stig.

Sparikassin er væl nøgdur við gongdina higartil í ár, og nú árið er hálvrunnið, er sparikassin av tí fatan, at metingin um úrslitið av vanligum rakstri fyri alt árið upp á umleið 19 mió.kr. fer at halda.

NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen, stjóri.

Hálvársfrásøgn 2016.pdf