Í apríl 2016 var farið undir jørðarbeiðið uppá stóru útbyggingina av Høllini á Hálsi, umframt gerð av parkeringsøki við Skipara Hansens Stein. Ta arbeiðstøkuna hevur P/F J & K. Petersen. Jørðarbeiðið á Hallarheygnum er nú um at verða liðugt og parkeringsøkið verður liðugt í heyst.
Í dag hevur Tórshavnar kommuna so skrivað undir sáttmálar við P/F Búsetur um bygningsarbeiðstøkuna, Sp/f Install um el-arbeiðstøkuna og P/F Mariu Poulsen um HVS-arbeiðstøkuna. Hesir tríggir sáttmálarnir eru uppá umleið 31 mio.kr. tilsamans.
Tórshavnar býráð samtykti í november 2015 at byggja Høllina á Hálsi út til dupulthøll, soleiðis at fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat. Harumframt verða bygd høli til judo og borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður. Dupulthøllin skal eisini kunna veita umstøður til aðrar ítróttagreinir, til finalur og til størri altjóða kappingar.
Høllin skal vera karmur um størri heimlig og altjóða tiltøk, eisini innan vinnulív, so sum handilsmessur og -ráðstevnur, innan mentan og undirhald, so sum stórar konsertir og framsýningar, til stór samkomumøti v.m.
Hetta verður ein fjølbroytt og fleksibul høll, sum kann vera við til at menna ítrótt, vinnulív, mentan og altjóða samstarv. Dupulthøllin er tí meira almentgagnlig og røkkur fleiri áhugabólkum.
Høllin kemur at hava pláss fyri umleið 1800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveimum áskoðarapallum, sum kunnu flytast. Eitt nú til konsertir kann roknast við plássi fyri 2500-3000 áhoyrarum, alt eftir uppseting.
Parkeringsumstøðurnar verða eisini munandi betraðar við fleiri enn 100 nýggjum parkeringsplássum. Ætlandi verður byggiarbeiðið liðugt í endanum av 2017.
Á myndini síggjast: Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari, Mikael H. Viderø, tekniskur stjóri, Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Sjúrður Holm, stjóri P/F Búsetur, Svend V. Hentze Sp/f Innstall, Kristian á Dul, stjóri P/F Maria Poulsen, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Bergur Rask Olsen, verkætlanarleiðari.
—
Í pdf-skjalinum niðanfyri eru dømi um, hvussu uppsetingin í dupulthøllini kann vera.