Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Vísind og eitt íslett av viti og skili

Eg ætlaði ikki alment at fara inn í hetta kjakið um fiskidagar, ráðgeving og annað. Men í politisku tilgongdini, sum nú er, hevur fleiri ferðir verið víst á: “Hvat skulu vit sum politikkarar gera annað, enn at fylgja vísindini á Havstovuni, sum staðfestir at tað stendur illa til við stovnunum” – og har tað er undirforstaðið, at talan er um heilt eksakta vísindi við heilt neyvum tølum. Samstundis er tað næstan forhánisliga spurt, um tað virkuliga er so gali, at Fiskidaganevndin ikki trýr vísindaligu úrslitunum á Havstovuni.

Lat tað verða sagt beinanvegin, eg (og trúgvi øll Fiskidaganevndin er púra samd í hesum) havi sera stóra virðing fyri tí arbeiðinum, sum Havstovan ger. Úrslitið frá arbeiðinum er ein týðandi partur av tí vitanargrundarlagnum, sum vit ár um ár byggja upp um føroyska fiskivinnu, fiskastovnar og fiskiveiðu undir Føroyum.

Men eins og við nógvari aðrari gransking, so eru tað sjálvsagt eisini veikleikar við modellunum hjá Havstovuni, og lívfrøðiligar modellir eru modellir “på godt og ondt”, men hetta tykjast vit sjáldan verða gjørd varug við.

Ikki er óvanligt at kjakast um vísindalig úrslit og um hvussu sterk úrslitini eru. Haldi ikki, at vit skulu verða so bangin fyri at kjakast opið um hvussu neyvar og haldbara stovnsmetingar o.a. á Havstovuni eru.

Verður hugt eftir almennu tølunum frá Havstovuni og ICES, so vísta tey greitt, at har eru veikleikar, serliga tá nakað skal sigast um støðuna í ár og tey undanfarnu 2-3 árini (hetta vita vísindafólkini á Havstovuni sjálvandi eisini!).

Niðanfyri eru tøl úr frágreiðingunum hjá Havstovuni í almennu útgávuni hjá Havstovuni og ICES fyri árini 2011 og 2012 og fyri árini 2015 og 2016. Í talvunum eru tøl frá Havstovuni og ICES fyri meting av gýtingarstovninum av toski (í tonsum) og meting av tilgongdini av toski (í 1.000-tal).

 

Verður samanborið ár um ár, so sæst beinanvegin, at tað er ein heilt stórur munur á tølunum, serlig nýggjastu tølunum. Høvuðsorsøkin er uttan iva, at ein týðandi partur av grundarlagnum undir tølunum eru veiðuhagtøl, tvs. tað sum fiskað verður undir Føroyum.

Grovt sagt: Verður nógv veitt, so ávirkar tað modellina positiv, verður lítið veitt, so ávirkar tað modellina skeiva vegin. -Og við søguliga lágum veiðu-innsatsi undir Føroyum (sera fá skip og bátar eru til fiskiskap, samstundis sum stór økir eru friðaði fyri fiskiskap), so er veidda nøgdin eisini lág. Okkurt bendir á, at lítla veiðan merkir fyri modellirnar á Havstovuni, at stovnurin er lítil. -Og tá modellirnar verða “koyrdar” ár um ár, hvørja ferð við nýggjastu veiðuhagtølunum, verða úrslitini samstundis korrigeraði aftur í tíð, og sum tað sæst í talvuni, korrigeraðar niðureftir, so hvørt sum veidda nøgdin minkar. Og uppeftir, tá veidda nøgdin veksur (t.d. galdandi fyri toskin í 2015).

Verður hugt í talvuna, sum er úr almennu ráðgevingini frá Havstovuni og ICES í 2011, so varð víst á, at gýtingarstovnurin av toski var 29.801 tons til støddar í 2011, og at tilgongdin var 19.456.000 toskar. Men í 2016-tølunum eru tølini fyri 2011 í almennu ráðgevingini frá Havstovuni og ICES broytt heilt nógv: Gýtingarstovnurin í 2011 verður nú mettur at verða 19.144 tons og tilgongdin 4.145.000 toskar. Ein munur  -36% í gýtingarstovninum og -79% í tilgongdini. Fleiri onnur ár, er støðan tann sama, t.d. fyri tilgongdina í 2010, og fyri tilgongdina í 2015. -Í seinna førinum var í 2015 mett, at tað var ein tilgongd á 874.000 toskar, meðan tað í 2016, varð mett, at tilgongdin í 2015 var 3 ferðir so stór, 2.389.000 toskar.

Verður hugt eftir tølunum fyri upsa (talvan niðanfyri), so metti Havstovan í 2011, at gýtingarstovnurin av upsa í 2011 var 110.529 tons til støddar. Í 2016 verður mett, at gýtingarstovnurin í 2011 var 56.238 tons, ella helvtina minni enn sagt varð í almennu ráðgevingini frá Havstovuni og ICES í 2011.

 

Væl minni av upsa er fiskað hesi seinastu 3-4 árini, enn undanfarin ár. Ein av orsøkunum er, at trolarar summarmánaðirnar hava fiskað makrel, nakrir trolarar hava verið á Flemish Cap. Fyri trolarar á gulllaksaveiðu, er vertíðin longd við umleið 2 mánaðum, í mun til fyrr. Við øðrum orðum, minni roynd hevur verið eftir upsa, tí er minni av upsa komið upp á land. Hetta tykist ávirka modellirnar hjá Havstovuni til at siga, at upsastovnurin er minkaður nógv.

Aftur til Løgtingið, sum aftur í ár frá Havstovuni hevur fingið at vita, at tað stendur heilt illa til hjá toska- og hýsu-stovninum undir Føroyum, gýtingarstovnarnir eru smáir og ongin tilgongd. Av somu orsøk verður mælt til at skerja fiskidagar og friða enn størri økir enn higartil. Havstovan vísur tó ongastaðni á óvissuna í úrslitunum, í tølunum fyri gýtingarstovnin og tilgongd. Hóast talvurnar omanfyri vísa á óvissuna.

Fiskidaganevndin ger hvørt ár samrøður við fiskimenn. Og tey skipini og bátarnir – í ár eru bara gott og væl 70 skip og bátar í vinnu – sum Fiskidaganevndin hevur gjørt samrøður við, vísa á, at tað í ár sær munandi betur út enn undanfarin ár. Meiri er til av toski og hýsu. Nógv er til av smáum upsa. Fiskurin er sum heild sera feitur. Og ikki minst, og hetta hevur stóran týdning, so er eitt gott viðrák í náttúruumstøðunum, tvs. fiskurin hevur nógv at eta, nógv er til av nebbasild og æti.

Bæði Havstovan og Fiskidaganevndin koma við vitan um fiskastovnarnir undir Føroyum. Høvuðsmunurin er helst, at Fiskidaganevndin fer til vega vitan, sum er beint her og nú (samrøðukanning í mai og juni 2016), meðan vitanin (serliga um gýtingarstovnar og tilgongd) sum Havstovan kemur við, er merkt av ávísari óvissu fyri tey “nýggjastu” árini.

Í ráðgevingini frá Havstovuni í ár verður víst á, at innsatsurin er alt ov stórur og tí má skerjast í dagatalinum og fleiri økir friðast. Til hetta er at siga, at tað ein vanligan dag í miðal eru eini 25 skip og bátar (í øllum skipa og bátastøddum) til fiskiskap undir Føroyum. Spurningurin er so heilt seriøst, um hesin innsatsurin er nokk til at oyða toska- og hýsustovnin undir Føroyum?

Stór ábyrgd er løgd á politiska myndugleikan, sum hevur staðfest, at tey vilja fylgja vísindaligu ráðgevingini um fiskastovnar undir Føroyum. Spurningurin er so, um man eigur at gera tað í blindum, ella við einum ísletti av sunnum fornufti, har sjálvur innsatsurin (tal av skipum í vinnu) verður tikin við í metingina og viðgerðina.

Óttast man skip og bátar, sum ikki eru í vinnu, og sum kanska kunnu fara í vinnu, um so er, at toskastovnurin knappliga fer at veksa nógv, so er “bara” at seta í verk skipan við upphøggingarstuðli og keypa upp hendan “goymda liggjandi vandan”.

 

Dennis Holm