Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Er sundurlyndið í grundini sterkast í høvuðsstaðnum?

Eru tað vit á vinnuplássunum kring landið, sum vísa sundurlyndi við ikki at taka undir við einvísari sentralisering, ella er sundurlyndið í veruleikanum sterkast í høvuðsstaðnum, nú tey har vilja brandskatta høvuðsvinnuna kring landið til at økja almenna raksturin og niðurleggja tað bíligast rikna sjúkrahúsið, bara tí tað liggur uttan fyri bøgarðarnar í Havn?

Tá ið Ólavsøkan varð sett í ár, hoyrdu vit eina sera væl skrivaða røðu, har sjóneykan eitt nú varð sett á sundurlyndi okkara, føroyinga, og fekk henda røða eisini væl uppiborið rós millum manna.

Uttan sjálv at taka støðu, nevndi  røðarin onkur aktuell stórmál, har sundurlyndi er ein forðan  fyri skilagóðum loysnum. Tað var hetta, sum fekk meg at tríva pennin. Tankin um, hvør tað nú er, sum í veruleikanum vísir sundurlyndi, bleiv við at fylgja mær – tí hesar reglur.

Henda grein er sostatt ikki ein viðmerking til setanarrøðuna, men ein generell viðmerking til tey stóru, aktuellu politisku málini, sum líða undir sundurlyndi okkara, føroyinga.

Grundleggjandi

Móðurmálsorðabókin upplýsir, at orðið “sundurlyndi” merkir “lyndi til at spjaða ella vera ósamdur, ósemja, fólki býr spjatt í oyggjum og avbygdum, og sundurlyndið situr fast í fólki okkara”.

Skulu vit sleppa av við hetta fyribrigdi, sum verður nevnt sundurlyndi, er tað sostatt ein fortreyt, at onkur partur gevur seg. Tað bert til dømis ikki til, at sami parturin krevur at fáa alt sítt ígjøgnum, men letur eitt sindur her, fyri at fáa okkurt av sínum ígjøgnum har.

Flutt yvir á løgting og landsstýri ber tað til dømis ikki til, at høvuðsstaðurin krevur, at alt virksemi og allir stovnar av týdningi kring landið  verða niðurlagaðir og ístaðin fluttir til Havnar.

 

Er tað sundurlyndi at vilja varðveita

og verja tað best rikna sjúkrahúsið?

Í næstum verður menningarálitið um tey trý sjúkrahúsini lagt fyri Føroya Løgting, sum skal taka støðu til skipan og bygnað fyri sjúkrahúsverk Føroya.

Her hava vit longu sæð, hvussu læknar og aðrir fakbólkar á Landssjúkrahúsinum (LS) miðvíst hava roynt at trýst ígjøgnum, at Klaksvíkar Sjúkrahús (KS) verður niðurlagt sum sjálvstøðugt sjúkrahús við m.a. at krevja, at:

(a) sjálvstøðuga sjúkrahúsleiðslan har verður avtikin og flutt til Havnar, og

(b) at tilbúgvingin á KS verður avtikin. Í veruleikan er tað at niðurleggja KS sum eitt sjúkrahús.

Hetta verður gjørt, hóast nøgdsemiskanningar og hagtøl seinastu nógvu árini staðfesta, at KS er tað sjúkrahúsið, sum framleiðir mest fyri hvørja brúkta krónu. Stutt sagt: KS er tað best rikna og bíligasta sjúkrahúsið í landinum.

Hvar er sundurlyndið her? Er sundurlyndið hjá teimum,  sum vilja varðveita og styrkja KS, sum í fleiri áratíggjur hevur prógva sín tilverurætt.

Ella er tað sundurlyndið at  vilja niðurleggja KS, og ikki so mikið sum  virða landsstýriskvinnuna í Heilsumálum so frætt, at tey halda seg til arbeiðssetningin, sum hon gav teimum  at arbeiða eftir?

 Er tað sundurlyndi at vilja varðveita

og verja dugnaligu vinnuvirki okkara?

Eitt annað evni, sum í ólavsøkusetanarrøðuni varð nevnt at líða undir sundurlyndi okkara, føroyinga,  er nýskipanin av fiskivinnuni.

Her hava tey 17  í sitandi landsstýrissamgongu – uttan at ráðføra seg við hini 16 í løgtinginum – longu byrjað eina uppboðssølu av arbeiðsplássum í vinnuni kring landið, samstundis sum høvuðsvinna  okkara einvíst verður brandskattað við at noyða hana at keypa aftur tær kvotur, sum hon í mong áratíggjur sjálv hevur upparbeitt, eitt nú á fjarum fiskileiðum.

Tað er enntá so galið, at Føroya løgmaður í ólavsøkurøðuni beinleiðis fortaldi, at hesar tíggjutals milliónirnar av váðafúsum vinnukapitali, fara beinleiðis til almennan rakstur í høvuðsstaðnum, har hann stoltur greiddi frá, hvussu nógv hann kundi brúka hesar pengarnar til. Sjálvandi nevndi løgmaður ikki, at úrslitið av hesum verður ein veikari vinna, ein minkandi útflutningur, men ein vaksandi almenn nýtsla  og undirskot.

So kunnu vit aftur spyrja.  Hvør er tað, sum bara krevur at fáa alt sítt ígjøgnum í hesum máli og harvið vísir  sundurlyndi av ringasta slag?  Eru tað tey 16, sum manna minnilutan á Føroya Løgtingi ?  Hesi  eru uttan ávirkan, hóast tey  vilja verja vinnuna, so hon kann gera nýíløgur í vinnutól og fleiri arbeiðspláss, sum fremja útflutning og virðir til landið?  Ella er tað í hesum føri tann smali meirilutin á Føroya Løgtingi, sum trýstir hesa tjóðartøku av vinnuliga upparbeiddum virðum ígjøgnum, við at brandskatta høvuðsvinnuna og ístaðin brúka peningin til størri  almenna nýtslu og størri alment oyðsl.

Eftirsum størsti parturin av almenna geiranum er   í høvuðsstaðnum, so verður tað eisini har, at vaksandi almenna nýtslan fer.  Tað má vera lagnunar speisemi, at tað júst er í tí  økinum,  at kreftir ætla,  at almenna Klaksvíkar Sjúkrahús verður amputerað og spakuliga kvalt inntil tað ikki orkar meir. Ein seigpíning av ringasta slag.

Hetta verður gjørt, hóast fleiri ráðgevar við servitan í vinnuligum viðurskiftum staðiliga ávara ímóti hesum eksperimenti. Er sundurlyndið í hesum álvarsmáli tá ikki mest og ringast millum høvuðsstaðarpolitikarar.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingslimur