Home Fólk & Samfelag Nógv á skránni, nú Norðdepil fyllir 150 ár

Nógv á skránni, nú Norðdepil fyllir 150 ár

by OML

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroysk bygd fer um tey 150 árini. Men sunnudagin 28. august kann fólkið í Norðdepli hátíðarhalda, at liðin eru júst 150 ár síðani fyrsta familjan valdi at búseta seg her við Hvannasund.

Í 1866 fluttu Poul Sivert Sivertsen og kona hansara úr Hvannasundi og yvir um Sundið, og 28. august reyk á fyrsta sinni úr ljóaranum í nýbygdu sethúsum teirra. Húsini standa framvegis niðri við sjóarmálan, hóast nógv er broytt innanveggja og uttanfyri hesi seinastu 150 árini.
Hvannasunds Kommuna, sum Norðdepil er partur av, ætlar ikki at lata hesa stórhending fara aftur við borðinum uttan at gera nógv burturúr. Tá bygdin fylti 100 ár í 1966 var stórt tiltak her, og nú bygdin, við teimum 160 íbúgvunum rundar tey 150 árini, er ætlanin at hetta skal gerast ein ógloymandi dagur.

BÓK, FILMUR OG HÁTÍÐARHALD
Á skránni fyri hátíðarhaldið er ein hópur av tiltøkum, bæði til børn og vaksin. Tað eru tó serliga trý ting, sum munnu hava stóran áhuga millum bygdarfólkið:

– Ein 30 minuttir langur filmur er gjørdur um bygdina, har Zacharias Hammer lýsir søguna hjá bygdini hesi seinastu 150 árini.
– Ein bók uppá 224 síður er skrivað um bygdina og fólkið, sum býr her í dag. Tað er Snorri Brend sum hevur hevur skrivað hana. Hesi bæði verkini verða løgd fram hóskvøldið 25. august, sum ein byrjan til eitt vikuskiftið har mentan, ítróttur, fundir, framførslur, fyrilestrar og felagsskapur standa í fokus.
– Sjálvan føðingardagin, sunnudagin 28. august verður fólkafundur á Torginum, mitt í bygdini, har ein minnissteinur verður avdúkaður.
Millum mongu tiltøkini kann nevnast togtogan eftir byrgingini millum grannabygdirnar Norðdepil og Hvannasund; ódnartak, har róð verður stuttan tein, og møguleikin at spæla tey gomlu spølini, sum børnini í Norðdepli spældu á sinni.

Ein serstøk matstova verður eisini í bygdini, har møguleiki er at keypa sær nógvan góðan mat úr sjónum, ið verður borðreiddur sum eitt sjálvtøkuborð.

Og sum nakað heilt serligt verður somuleiðis skipað fyri tí sum kallað verður “Blíðskapur”. Hóast fólk altíð eru blíð, so verður her eitt frálíkt høvið at heilsa uppá og vitja heima hjá fólki í bygdini seinnapartin leygardagin.
Annars kann øll tann áhugaverda skráin og onnur kunning lesast á heimasíðuni hjá kommununi –www.hvannasund.fo

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.