Home Fólk & SamfelagPolitikkur Klaksvík og neyðug havnaútbygging

Klaksvík og neyðug havnaútbygging

by OML

Tað var ein stórur dagur í 2009 sum borgarstjóri at taka ímóti, tá ið Norðhavnin varð handað kommununi. Liðin eru nú 7 ár, og ikki hevur verið nógv at hoyrt um ætlanir at byggja víðari út á havnalagnum

Miðskeiðis í 90’unum samtykti eitt samt býráð, at farast skuldi undir Norðhavnina, hetta tí at nýggju skipini fóru at verða ov stór til verandi atløgusíðu.

Havnin er støðugt útbygt síðani og við nýggju bryggjuni, ið varð handað kommununi í 2009, fingu vit 117 fleiri metrar av bryggjukanti við einum dýpi uppá 12 metrar. Henda útbygging kom ógvuliga væl við hjá kommununi og vinnulívinum. Hetta hava vit eisini sæð við nógv øktari ferðslu og nógvum avleiddum vinnum. Útbyggingin gjørdi, at øll skip, sum sigla uppá Føroyar, nú kunnu leggja at Klaksvíkar Havn.

Ígjøgnum árini hava vit fleiri ferðir staðfest, at vinnulívið saman við Klaksvíkar kommunu er sannur viðleikari, tá ið ræður um at skapa lív og framburð í lokaløkinum. Somuleiðis hevur tað avgerandi týdning, at vit sum politikarar kenna okkara ábyrgd og allatíðina eru tilvitað um at skapa vinnulívinum so góðar karmar sum tilber. Hesa hugsan høvdu teir gomlu eisini, og er tað ein sannroynd.

Heil øld liðin síðani byrjað varð
Longu í 1915 bygdi Kjølbro sítt fyrsta ráfiskahús á Varpinum við tilhoyrandi brúgv omanfrá sjóarmálanum. Fyrst í 20’unum var nógv bygt afturat, og ein nýggj long brúgv varð gjørd omanfrá kallað Varpabrúgvin.

Tann fyrsta kaiin hjá Klaksvíkar kommunu var Stóra kai, sum varð bygd í 1937. Skipafelagsbryggjan varð gjørd í 1950. Lítla kai, eisini kalla Heimara kai, kom í 1953. Frá 1960 fram til 1990 varð øll eystursíðan framd. Útbyggingin av vestursíðuni varð framd frá 1979-84. Síðsta útbyggingin á eystursíðuni stóð liðug í 2000, tá ið Kósabryggjan varð liðugt longd. Í 2014 varð “bedingsbryggjan”, samanbyggingin frá Klaksvíkar Sleipistøð til Kósabryggjuna, sum varð sett í gongd í 2012, tikin í nýtslu.

Neyðugt við støðugari útbygging
Fiskivinnan er okkara lívsæðr, og tískil liggur tað á okkum alla tíðina at menna júst karmar hennara og betra um teir við útbygging. Vit hava ígjøgnum árini sæð, hvussu nógv havnasíðan hevur kastað av sær innan íverksetan og eisini innan aðrar vinnur, t.d. farma- og ferðavinnu.

Um vit sum kommuna frameftir vilja vera við í kappingini, er neyðugt, at vit av álvara byrja fyrireikingar av víðari útbygging av Norðhavnini og eisini at gera økið kring havnina eitt meiri liðugt og vakurt stað, enn tað er í dag. Hetta eigur eitt komandi býráð at taka við í fremstu raðfesting.

Søgan hevur lært okkum, at long tíð gongur frá fyrireiking av havnabygging til byggingin stendur liðug. Tí er ongantíð ov skjótt at fara til verka, tí kappingin í norðuratlantshavi er ógvuliga hørð.

Uppgávan hjá býráðnum er áhaldandi at menna verandi inntøkumøguleikar og finna nýggjar. Hóast met skattainntøkur seinastu árini, er tørvurin á so at siga øllum økjum so stórur, at útbygging á havnaøkinum er eitt krav fyri at fjøltátta inntøkumøguleikarnar.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.