Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fólkatalið 1. juli var 49.552

Fólkatalið var 49.552 tann 1. juli í ár og er vaksið við 614 fólkum síðani 1. juli í fjør. Tað svarar til ein vøkstur 1,3%.  Hetta kemur av eini nettotilflyting á 360, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 254, ið er munurin millum fødd og deyð, so sum myndin niðanfyri vísir.


Fráflytingin tann minsta og tilflytingin tann størsta í nógv ár
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina sum hetta síðsta 12-mánaðarskeiðið. Samstundis er tilflytingin tann størsta síðstu 8 árini og er nú á sama støði sum undan fíggjarkreppuni. Høvuðstølini síggjast í myndini niðanfyri.

 

Størsti fólkavøkstur í Vága sýslu og Tórshavnarøkinum

Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru. Tað er so dánt, at Sandoyarøkið heldur tørn, meðan fólkatalið framvegis minkar í Suðuroy. Tó er minkingin ikki so stór við hesa seinastu uppgerðina, sum hon hevur verið frammanundan.

Í talið er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 313. Síðani í Eysturoyar sýslu við 144 fólkum. Lutfalsliga er størsti vøksturin í Vága sýslu við 2,3% og Tórshavnarøkinum við 1,7%. Í Eysturoyar sýslu og Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið er vøksturin áleið sum miðaltalið fyri alt landið, ið er 1,3%, og minsti vøksturin er í Norðoya sýslu við 0,8%.

Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar kommunu við 365 fólkum og síðan í Runavíkar kommunu við 79 fólkum. Síðan í báðum kommununum í Vágum við tilsamans 70 fólkum, Klaksvíkar kommunu við 31 fólkum og í Nes og Sunda kommunum við ávikavist 20 og 19 fólkum.

Í tali er størsta minkingin í Tvøroyrar kommunu við 28 fólkum og Fuglafjarðar kommunu við 16 fólkum. Lutfalsliga er størsta minkingin í Húsa kommunu við 13%.

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum – uttan í Svínoy, har fólkatalið veksur við einum triðingi. Eisini í Nólsoy er hampiligur fólkavøkstur. Í stóru oyggjunum er munandi fólkavøkstur, uttan í Sandoy, har fólkatalið stendur í stað, og í Suðuroy, har tað er alsamt minkandi.

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Hagstova Føroya » 16. august 2016