Home Tíðindir Kanningarúrslit og strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH

Kanningarúrslit og strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH

by OML

Tá eldraøkið varð flutt kommunum at umsita tann 1. januar 2015, avgjørdi Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) ikki at gera stórar broytingar á økinum beinanvegin. Stýrið setti sær hinvegin fyri at nýta fyrstu tíðina til umfatandi og nágreinligar kanningar av eldraøkinum, so haldgott grundarlag fekst fyri at leggja eina strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH.

Kanningararbeiðið byrjaði við dialogfundum, har viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk og aðrir fakbólkar, ið samstarvað verður við, fingu høvi at siga sína hugsan um verandi tænastur, og hvussu hesar kunnu skipast betur í framtíðini. Ynski um størri fleksibilitet í tænastunum var ein reyður tráður í dialogfundunum, sum Suni Poulsen, sálarfrøðingur, stóð fyri.

Greiningarfyritøkan Lóður skipaði síðani eina umfatandi spurnarkanning um nøgdsemi, har tey viðskiftafólkini, ið kunnu svara fyri seg, ein avvarðandi umboðandi hvørt viðskiftafólk og øll starvsfólk vórðu spurd.

Stýrisformaðurin, Jógvan Skorheim, hevur saman við Marnu Ellingsgaard Jensen, leiðara fyri NBH og Hera á Rógvu, frá Lóðri, verið á øllum eindunum í NBH og lagt kanningarúrslitini fram fyri starvsfólkunum, har tey fingu høvi at gera gjøllari viðmerkingar til kanningarúrslitini.

Kanningarnar avdúkaðu nøkur felags virðir, sum hava týdning fyri viðskiftafólk, avvarðandi og starvsfólk. Hesi eru:

-Nærvera
-Fleksibilitetur
-Álit, heldur enn eftirlit

Hesi virðini eru somuleiðis grundarlagið undir visjónini, sum er orðað fyri NBH:

NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Við støði í dialogfundunum, nøgdsemiskanningini og kunningarfundunum samtykti Stýrið fyri NBH tann 9. juni 2016 eina strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH. Umframt at kunna starvsfólkini í NBH um strategiina, varð eisini skipað fyri almennum kunningarfundi í Miðhøllin á Skúlatrøð tann 5. juli 2016, har greitt varð frá kanningarúrslitunum, og stýrisformaðurin legði nýggju strategiina fram.
Tað ber til at síggja kunningarfundin tann 5. juli 2016 her.
Fleiri myndir
 Úrslitið av nøgdsemiskanningini sæst her.

 

 

17-08-2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.