Í mai vóru 25.204 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta er nakað tað sama sum undanfarnu mánaðir í ár.
Seinastu tvey árini hevur tað verið ein javnur vøkstur, har umleið 60 løntakarar fleiri eru lagdir aftrat hvønn mánað. Tá vøksturin tók dik á seg í mars 2014 vóru 23.837 løntakarar og vøksturin helt ferðina til desember í 2015 tá tað vóru 25.263 løntakarar, og síðan tá hevur at kalla ongin broyting verið.
Byggivinnan havt framgongd trý ár á rað
Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaði, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.
Í mai 2016 vóru 25.195 løntakarar, 501 fleiri enn í mai 2015. Framgongdin er 2%. Hetta er lægsta framgongd higartil í ár, og er ein orsøk, at í fiski- og alivinnuni vendi framgongd til afturgongd í apríl. Ráevnisvinnan er minkað í seinastu, men tað er ein knapplig afturgongd í fiskavøruídnaðinum í apríl, sum er orsøkin til at fiski- og alivinnan hevur færri fólk nú enn fyri einum ári síðani.
Í byggivinnuni vóru 2.950 løntakarar í mai 2013 Hetta var tað lægsta eftir fíggjarkreppuna, men síðan tá hevur verið framgongd hvørt ár. Nú eru 3.528 fólk í byggivinnuni, 600 fleiri enn í 2013.
Arbeiðsmarknaðurin stórar broytingar seinastu tíggju árini
Tað er áhugavert at hyggja eftir hvussu broytingarnar eru seinastu tíggju árini. Talið av løntakarum er at kalla óbroytt, frá 24.838 í mai 2006 til 25.195 nú. Vøksturin er 357, sum svarar til eina broyting upp á 1,4%.
Verður hugt nærri eftir vinnugreinunum, sæst tó at broytingarnar eru stórar.
Í fiski- og alivinnuni vóru tað næstan 5.000 løntakarar fyri tíggju árum síðani, og tað eru 1.000 fleiri enn tað eru í dag, minkingin er 18,9%. Tað hevur verið stór minking í fiskiskapi og fiskavøruídnaði, 900 færri fiska og 685 færri arbeiða við fiski á landi. Hinvegin hevur alivinnan tikið ímóti nógvum fólkum seinastu 10 árini. Í alivinnuni vóru 306 løntakarar í 2006 og tíggju ár seinni var hetta trýfaldað til 931.
Tað er ongin broyting í byggivinnuni, tað eru 200 færri í øðrum ídnaði, tað er framleiðsla av matvøru, tóvøru o.a. men bygging og smiðjur hava 200 fleiri.
Í privatu tænastuvinnunum er samlaða framgongdin 3,3%, frá 8.210 til 8.483. Tað eru serliga vinnugreinarnar postur og fjarskifti saman við figging og trygging, sum hava havt stóra afturgongd.
Í posti og fjarskifti arbeiddu 609 fólk í 2006, nú tíggju ár seinni eru næstan 40% av størvunum horvin, og eftir eru 382 fólk. Fígging og trygging høvdu 888 løntakarar í 2006 og er hetta tódnað til 708 nú, afturgongdin er 20%. Hinar tænastuvinnurnar hava nærum allar havt vøkstur, eitt nú er sjóflutningur vaksin 38,7%, so tað nú eru 1.000, sum fáa løn har, meðan gistihús- og matstovuvirksemi er vaksið 31,8%.
Størsta vøksturin síggja vit í almennum tænastum. Í 2006 fingu 8.176 fólk løn fyri almenna tænastu, og hetta vaks 12,4% yvir tíggju ár, so nú eru 9.194 løntakarar í almennari tænastu.
Munurin er 1.017 løntakarar. Nærum allur vøksturin er hjá kommunum og ríkið. Í 2006 fingu 2.619 løn frá kommununum ella ríkinum, tíggju ár seinni var tað 3.467 fólk. Vøksturin er 848 fólk ella 32,4%.
Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum.
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.