Útflutningurin fyrra hálvár í ár er vaksin 600 mió. kr. ella 19% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hetta skrivar Hagstova Føroya.
Virðið av útflutta alifiskinum er vaksið næstan hálva mia. í ár samanborið við fyrra hálvár í fjør. Tað er ein vøkstur á 38% í virði. Í nøgd er vøksturin 23%. Alifiskur er nú 46% av útflutninginum.
1. januar í ár kom nýggj vøruskrá í gildi, og nøkur fiskasløg sum fyrr vóru skrásett undir egnum navni, verða nú skrásett undir “Onnur fiskasløg”. Hetta ger at samanbering millum bólkar má gerast við fyrivarni tvørtur um ársmarkið 2015/16
Útflutningurin av uppsjóvarfiski er áleið tann sami í ár sum í fjør, sambært talvuni, men helst er ein partur av uppsjóvarfiskinum at finna í bólkinum “Annar fiskur”
Makrelútflutningurin er vaksin nógv í ár, úr 165 mió. kr upp í 311 mió. Hinvegin er útflutningurin av sild og svartkjafti minkaður eitt sindur.
Tað er minni útflutt av botnfiski, men eisini her kann okkurt verða flutt í bólkin annar fiskur. Av einstøku botnfiskasløgunum er minni útflutt av toski og upsa, meðan eitt sindur meir er útflutt av hýsu.
Innlutningurin av maskinum og amboðum vaks við 200 mió.
Fyrra hálvár hava vit innflutt fyri 400 mió. meira enn í fjør. Tað er ein vøkstur á 14%
Serliga bólkarnir “Skip og flogfør” og “Maskinur og amboð” hava stóran vøkstur, samanborið við fyrra hálvár í fjør. Tað er innflutt fyri uml. 200 mió kr meir í hvørjum av hesum bólkum.
Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna og annan ídnað veksur 5% og 8%.
Tað er bert í bólkinum “Brennievni” at tað er minking. í ár er innflutt fyri ein triðing minni enn í fjør. Nøgdin av brennievni í ár er áleið tann sama sum í fjør, men av tí at prísurin er væl lægri á innfluttu oljuni, so er innflutningsvirði minka.
Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er 5% hægri enn í fjør.
Í hagtalsgrunninum eru útgreinaði og dagførd hagtøl um útflutningin og innflutningin at finna her .