Tey trý ovastu valevnini á Sjálvstýrislistanum seinasta býráðsval eru øll fús at halda fram við býráðsarbeiðnum komandi valsetu.
– Vit hava tikið megnar tøk hesa skjótt farnu valsetuna, men vit hava framvegis stór úrslit eftir at fremja, og tí fegnist eg um, at Nýtt Sjálvstýri aftur stillar upp við sterkastu manning til komandi býráðsval, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður í Nýtt Sjálvstýri. Hann leggur afturat, at Sjálvstýrislistin til býráðsvalið í november er væl ávegis, og at fleiri nøvn verða kunngjørd í næstum.
Jógvan Skorheim og Kristian Eli Zachariasen, sum til seinasta býráðsval fingu ávíkavist 230 og 116 persónligar atkvøður, umboða báðir Nýtt Sjálvstýri í Klaksvíkar býráð, har teir seinastu fýra árini hava verið í býráðssamgongu. Beinta Klakstein, sum fekk 93 persónligar atkvøður seinasta býráðsval, er fyrsti varalimur floksins og hevur fleiri ferðir tikið sæti í býráðnum. Harvið eigur hon eisini virknan lut í teimum mongu málunum, sum eru framd seinastu fýra árini.
Hava framt nógv hesa valsetuna
Síðan seinasta býráðsval hevur flokkurin átt stóran lut í teimum mongu verkætlanunum, sum eru í gongd og komin á mál í Klaksvíkar kommunu.
Av úrslitum kunnu eitt nú nevnast barnafrádrátturin og barnaansingargjøldini, sum eru batnaði til fyrimun fyri barnafamiljurnar, og harumframt eru tilboðini á barna- og ungdómsøkinum vorðin størri og betri. Til dømis ber til at nevna víðkaða tilboðið í Snjallubjallu, sum nú eisini umfatar næmingar í 2. flokki og fleiri nýggj pláss í kommunalu ansingarstovnunum.
Hví steðga her?
– Í byrjanini av valsetuni høvdu vit eisini ein dreym um at síggja Klaksvík mennast, og við byggingini av nýggja miðbýnum, nýggja skúlanum, sjóhitaskipanini, sum skjótt verður tikin í nýtslu og nýggja mentanarhúsinum, sum nú verður farið undir, kunnu vit staðfesta, at vit veruliga eru vorðin ein undangongukommuna í fleiri økjum, sigur Jógvan Skorheim.