Í samband við eina fráboðan um ólógliga stroyming av sjónvarpsrásum, framdi løgreglan í vikuni eina rannsókn á einum bústaði norðanfyri. Hald varð lagt á ymiska útgerð, og ein persónur bleiv skuldsettur í málinum.
Aftaná rannsóknina kundi staðfestast, at einir 80 føroyingar eru knýttir at skipanini í løtuni. Hetta er brot á lóg um upphavsrætt, og hesi kunnu vænta, at løgreglan í næstum fer at seta seg í samband við tey.
Tað varð eisini staðfest, at aðrir føroyingar havi verið knýttir at skipanini.
Ert tú ein av hesum persónunum, nýtist tær ikki at seta teg í samband við løgregluna – løgreglan fer at seta seg í samband við teg.
Løgreglan vil heita á fólk um ikki at nýta slíkar ólógligar tænastur.