Sunnudagin 21. august var árligi ráðharrafundurin í Hoyvíksráðnum, har uttanríkisráðharrarnir í Føroyum og Íslandi hittast at viðgera mál viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum.
Á fundinum vóru ráðharrarnir, Poul Michelsen og Lilju Alfreðsdóttir samd um, at hóast góða samstarvið millum londini, er tíðin komin at endurskoða Hoyvíkssáttmálan við atliti til, hvussu størri javnvág fæst í handilssamstarvið millum londini. Tí varð avtalað, at embætisfólk úr londunum báðum fara undir at gjøgnumganga sáttmálan, nú 10 ár eru liðin síðan hann kom í gildi. Úrslitið av arbeiðinum skal verða ein felags frágreiðing, ið verður løgd fyri ráðharrarnar.