Altjóða dagurin ella “International Day” verður nú aftur í Klaksvík leygardagin 3. september, har møguleiki verður at síggja, smakka og uppliva ymiskleikan millum fólkið, sum býr í Klaksvík – kom og smakka matin, síggj dans, framførslur og andlitsmáling og uppliv hesar áhugaverdu borgararnar í Klaksvíkar kommuna. Alt er sjálvandi ókeypis.
Integratiónsnevndin í Klaksvíkar kommunu er nú vertur fyri altjóða degnum “International Day” annað árið á rað. Dagurin verður hildin í Skúlanum við Ósánna komandi leygardag 3. september frá kl. 11 til 17.
Frá ymsum etniskum rættum til Danny and the Veetos
Altjóða dagurin varpar ljós á ymiskleikan, sum er millum fólkið, ið býr í Klaksvík. Hetta við at bjóða øllum at royna ymiskar etniskar rættir úr Argentina, Bangladesh, India, Indonesia, Póllandi, Filipsoyggjunum, Thailandi, and Uruguai, og at uppliva fólk frá ymisku londunum sýna fram hvør sína tjóðarframførslu.
Í ár verður lokala mentanin eisini sett í fokus við framførslum frá Rana Nolsøe, Danny and the Veetos og Rasmus og Huldan. Eisini verður list hjá Archibald Black sýnd fram.
Alt er ókeypis.
Klaksvík fagnar ymsu mentanunum í býnum
– Við altjóða degnum verður dentur lagdur á eitt av málunum, sum lagt var fram í integratiónspolitikkinum hjá Klaksvíkar kommuni síðsta ár, nevniliga “samfelag”, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og formaður í integratiónsnevndini.
– Av tí at Klaksvík er ein býur, sum rúmar ymiskum mentanum, kann býurin fagna hesum ymisku mentanunum í býnum og eggja til, at ymisku samfelagsbólkarnir samskifta, hava við hvønn annan at gera og halda samband sínamillum, stendur í integratiónsálitinum hjá Klaksvíkar kommunu.
Ein gyltur møguleiki at uppliva ymsu mentanirnar
-Ein avgerandi liður í integratión er, at bæði lokal fólk og tilflytarar í samfelagnum koma saman. Við altjóða degnum verður hetta framt í verki, tá øll koma saman at læra um mentanir hjá hvørjum øðrum gjøgnum list, mat, tónleik og framførslur.
-Hetta er ein gyltur møguleiki at leggja fram ríku søgurnar handan hesar ymisku mentanirnar, sum eru í Klaksvík, sigur Kinga Eysturland, limur í integratiónsnevndini í Klaksvíkar kommunu.
Í integratiónsnevndini sita Jógvan Skorheim, formaður, Gunvá við Keldu, Kinga Eysturland, Jean Guðjónsson, Rainer Latupeirissa, Sadiqull Patawary, og Catherine Steinberg.
Tiltakið er stuðlað av Klaksvíkar Kommunu, Eik, Fonn Flog, Inn, KBI, Kjølbro Heilsøla, and Norðoya Sparikassa.
Skráin
11.00 – Dyrnar lata upp
11.15/11.20 / Jógvan Skorheim bjóðar vælkomin
11.25-11.30 – Kinga Eysturland limur í integratiónsnevndini heldur røðu
12.00 – Møguleiki at royna matin / Útlendingastovan / Andlitsmáling / Listaframsýning
14.30 – Framførsla av dansi úr Argentina og Kolumbia
14.40 – Framførsla úr Filipsoyggjunum
15.30 – Rani Nolsøe syngur og spælir
15.50 – Rasmus og Huldan framføra
16.00 – Sangur framførdur úr Pollandi
16.20 – Sangur framførdur úr Argentina
16.30-40 – Danny and the Veetos
17.00 Liðugt
klaksvik.fo 31-08-2016